Fólkaskúlanæmingar í starvsvenjing

Landssjúkrahúsið er nógv umbiðið í samband við at 9.- og 10. floks næmingar úr fólkaskúlunum skulu í starvsvenjing.
Vit kunnu taka 2 næmingar hvørja ferð og eru teir hjá okkum í tvær vikur.

Skipan av starvsvenjingini
Starvsvenjingin er skipað soleiðis, at næmingarnir koma runt á teimum ymisku deildunum á sjúkrahúsinum.
Ein vælskipað ætlan er fyri allar dagarnir og eru ábyrgdarfólk á hvørjari deild, sum taka sær av næmingunum, í meðan teir eru her.

Fyrsta dagin, har møtt verður í forhøllini kl. 8.30, verður tikið væl ímóti teimum og næmingurin fær útflýggjað eitt yvirlit, sum vísir, hvar hann skal starvast, og eitt kort, sum gevur atgongd til frían kost á middegi.
Tað verður eisini greitt frá, hvat vit forvænta av næminginum, at hann møtir upp til tíðina og er væl upplagdur hvønn morgun.
Eisini verður tosað um mannagongdir, um tagnarðarskyldu og um møguligar útbúgvingar innan heilsuverkið.
Síðsta dagin verður eftirmett og stuttligt er at hoyra, frá teimum flestu, hvussu lærurík starvstíðin hevur verið.

Um tú ynskir at koma í starvsvenjing á Landssjúkrahúsinum, er tú vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á hr@ls.fo ella ringja 304500, lokal 1094.

Tak niður faldaran her

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.