Taxa

Barnadeild (B5 medisinsk deild)

Inngongd

Lat aftur

Barnadeild (B5 medisinsk deild)

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

Barnadeildin
Bygningur B, hædd 5
J.C. Svabosgøta 43
FO-100 Tórshavn

Tel. 30 45 00

Upplatingar- og telefontíðir

Skrivari tlf. 30 45 45
Telefontíð er gerandisdagar frá kl. 10.30 til 12.30
T-postur: barnadeildin@ls.fo
Telefaks 304645

Vitjanartíðir kl. 15.00-16.00 og 19.00- 20.00

Leiðandi starvsfólk

Fróði Joensen
Yvirlækni

Mari Johannesen
Deildarleiðari

Um deildina
Barnadeildin, sum er á 5. hædd á Landssjúkrahúsinum tekur sær av kanning og viðgerð av børnum í aldrinum 0-17 ár. Deildin er opin alt samdøgrið alt árið.
Deildin hevur 7 seingjarpláss.
Dagliga arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, sjúkrahjálparar, læknar, læknaskrivarar, reingerðarfólk og námsfrøðingur á deildini. Børn kunnu eisini koma í samband við aðrar starvsbólkar so sum bioanalytikarar og fysioterapeutar, ið javnan vitja á deildini.

Innlegging
Vinarliga boða frá í móttøkuni, tá ið tit koma á Barnadeildina.
Inni á deildini verða tit móttikin av sjúkrarøktarfrøðingi, sum vísir tykkum runt og hevur innleggingarsamrøðu. Barnið verður vigað og mátað. Yngri lækni kannar barnið, skrivar journal og sigur barnalæknanum frá.
Set dagin av, tí vit vita ikki, hvussu langa tíð tað tekur við kanningum o.ø.
Barnalækni kemur dagliga stovugongd. Skurðlæknar, eygnalækni, oyrna-nasa-háls- og tannlækni eru eisini knýttir at deildini.

Tá barnið verður innlagt er best, at mamman ella pápin verða innløgd við barninum (ella onkur annar, sum barnið kennir væl). Hetta hevur stóran týdning fyri, at barnið kann kenna seg trygt.
Tað finnast fittar bøkur um børn á sjúkrahúsi, sum kunna lænast á bókasøvnum. Hesar kunnu vera ein góð hjálp hjá barninum til at ímynda sær, hvussu tað verður at koma á sjúkrahúsið. Eisini er heimasíðan www.hcand.dk ein góð síða, ið við teknifilmi greiðir frá ymsum kanningum, sum børn skulu til á sjúkrahúsi.

Vit leggja stóran dent á at fáa gott samstarv við foreldur at barninum. Tit eru við at ansa barninum, og saman við tykkum gera vit tað, sum er best fyri barnið.
Somuleiðis eru tit við til stovugongd og kanningar og verða kunnaði um, hvat skal fara fram og hví.

Um dagin verður barnið knýtt at einum ávísum sjúkrarøktarfrøðingi. Eru ivamál, spyr so endiliga.
Um kvøldið og náttina eru tvey starvsfólk til arbeiðis á deildini.

Spurningar
Um tit hava spurningar í samband við at barn tykkara er ávíst, er innlagt ella hevur verið kannað á barnadeildini, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.
Uttan fyri telefontíðina roynið vinarliga í staðin umstillingina hjá Landssjúkrahúsinum tlf. 304500 og bið um barnadeildina.

Praktisk viðurskifti

Máltíðir á deildini:

  • Morgunmatur kl. 08.30-10.00
  • Døgurði kl. 11.30
  • Millummáli kl. 14.00
  • Nátturði kl. 17.30
  • Drekka kl. 20.00

Umframt máltíðirnar er altíð mjólk, saft og juice í kuldasskápinum. Kaffi, te, keks, frukt og ráar gularøtur standa sum oftast frammi.

Tann, sum er innlagdur saman við barninum, fær allar máltíðir á deildini. Gerandisdagar hava onnur avvarandi møguleika at keypa sær døgurða, salat og annað í Kaféini í forhøllini, opið gerandisdagar 8-20, vikuskifti og halgidagar 14.30-20.00.

Til pinkubørnini hava vit mjólkablandingar og ymisk sløg av greyti á deildini.

Góðgæti
Tað er ikki skilagott at geva einum barni góðgæti, tí so etur tað ikki nóg mikið av heilsugóðum og styrkjandi mati. Vilja tit gleða barnið við onkrum, keypið so heldur frukt, onkra lítla leiku, eina bók ella tílíkt.

Royking
Tað er roykibann á øllum Landssjúkrahúsinum. Royking er sera heilsuskaðilig bæði fyri ein sjálvan, men eisini fyri tey, roykjarin er saman við. Vit hava javnan børn innløgd, sum hava fingið bronkitis av at foreldrini roykja.

Internet
Ókeypis internetatgongd er frá teldunum í spælistovuni og í ambulanta bíðirúminum.
Eisini er ókeypis tráðleyst internet um tit hava tykkara egnu farteldu ella teldutelefon við (logga á LS-Guest, krevur ikki loyniorð).

Les meiri um deildina og um praktisk viðurskiftir á deildini, hvat tit skulu hava við til innlegging v.m. í faldaranum um barnadeildina.  

Upplýsandi kunning
Barnadeildin hevur kunnandi faldarar um sjúkur, kanningar og viðgerðir av børnum, ið tú kanst lesa her.

Tú finnur somuleiðis aðra viðkomandi kunning við at trýsta á leinkjurnar á vinstra bredda.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.