Uttanlandstænastan

Lat aftur

Uttanlandstænastan

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarkunning

Uttanlandstænastan
J.C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn

Tel. 30 47 50
Telefontíð er frá kl. 08.00-12.00.
T-postur: uttanlands@ls.fo

Upplatingartíðir

Gerandisdagar kl. 08-16.00.

Uttanlandstænastan heldur til við Leiðbeiningina í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.

Leiðandi starvsfólk

Hergerð Heldarskarð, leiðari

Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum
Uttanlandstænastan er ein stápseind, sum tekur sær av ferðing og uppihaldi til sjúklingar, ið eru ávístir til viðgerð uttanlands av Landssjúkrahúsinum.
Starvsfólkið vegleiðir sjúklingar og avvarðandi í mun til galdandi kunngerð.

Uppgávur
Uttanlandstænastan innkallar sjúklingar, samskipar og sendir hesar til viðgerðar uttanlands. Somuleiðis tekur Uttanlandstænastan støðu til hvørs fylgjari skal játtast til sjúklingar, sum verða ávístir til viðgerð uttanlands.

Í ávísan mun veitir Landssjúkrahúsið útlendingum og persónum búgvandi í Danmark dialysu á Landssjúkrahúsinum. 
Uttanlandstænastan samskipar hesa tænastu.

Starvsfólk í Uttanlandstænastuni
Hergerð Heldarskarð, leiðari
Ann-Mari Nielsen, sjúkrarøktarfrøðingur og sjúklingasamskipari
Barbara Eystberg Sørensen, sjúkrarøktarfrøðingur og sjúklingasamskipari
Turið Heinesen, sjúkrarøktarfrøðingur og sjúklingasamskipari
Birgit við Sandá, skrivari og sjúklingasamskipari
Louisa Svendsson, skrivari og sjúklingasamskipari
Joan Olsson, bókhald
Eirin Wiberg Holm, skrivstovunæmingur
Heidi Askham, Atlantic Airways, avgreiðir flogferðaseðlar til sjúklingaferðir
Annika Weihe, føroyskur sjúklingavegleiðari á Ríkissjúkrahúsinum, tlf. +45 5120 1399

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.