Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur til Skurðdepilin

Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur til Skurðdepilin

Starvið sum leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á Skurðdeplinum er leyst at søkja til setan 1. februar 2018.

Skurðdepilin fevnir um sergreinarnar ortopedkirurgi, gynekologi og obstetrik, parenkymkirurgi og urologi, umframt oyrna-, nasa- og hálsasjúkur, eygnasjúkur og tannlæknavirksemi og í hesum sambandi kanning, diagnostisering, viðgerð, røkt og rehabilitering av hesum sjúklingabólkum. Deildirnar eru skurðseingjadeild, dagskurð, føði- og barsilsdeild við neonatal, eygna- og oyrnadeild, tannlæknastova, skurðgongd við endoskopieind, skurðambulatorium, og sekretariati.

Ábyrgdarøki

Á Landssjúkrahúsinum hevur sjúkrahúsleiðslan, sum er næsti fyrisetti hjá depilsleiðsluni, ta yvirskipaðu ábyrgdina av samlaða rakstrinum.

Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur hevur saman við leiðandi yvirlæknum ábyrgdina av leiðsluni á deplunum og avloysa hvønn annan, tá onkur teirra er burtur.

Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur hevur saman við hinum partinum í depilsleiðsluni, í tráð við strategiina hjá Landssjúkrahúsinum, ábyrgdina av starsvfólkaleiðslu og er stigtakari til menning og útbúgving av øllum starvsfólkabólkum í deplinum. Depilsleiðslan skal leggja til rættis, samskipa og optimera virksemið og tilfeingisnýtsluna soleiðis, at veitt verður ein so munadygg tænasta, til sjúkling og avvarðandi, sum gjørligt innan verandi karmar.

Vit sóknast eftir einum engageraðum og álitisvekjandi leiðara, sum er málsøkin og hevur áræði til saman við leiðandi yvirlækna, at standa á odda í arbeiðinum við at menna og leiða depilin. Tað er umráðandi, at komandi leiðarin hevur hug og evni til at starvast í eini toymisleiðslu, har loyalitetur og opinleiki stuðla undir avgerðir, ið tiknar verða í samstarvsanda.

Arbeiðsuppgávur

  • seta mál, optimera og tillaga tænastur til framtíðar tørv og krøv, við atliti til tillutaða tilfeingið
  • at tryggja karmar fyri dagliga rakstrinum og at kunna meta um býtið av tilfeinginum i serstøkum og akuttum støðum
  • at verða skynsamur og ábyrgdarfullur leiðari við atliti til starvsfólkatrivnaða, røkt og menning
  • at fremja og stimbra tvørfakligt samstarv og samskifti, bæði innan- og uttanhýsis
  • at góðskutryggja og menna virksemið
  • at virka miðsavnandi fyri alt økið
  • at verða fíggjarliga tilvitað/ur og at tryggja skynsama nýtslu av játtanini

Vit leggja dent á

  • autorisatión sum B. Sc. í sjúkrarøktarfrøði
  • viðkomandi útbúgving á kandidat ella masterstøði
  • royndir innan leiðslu og fyrisiting
  • góð leiðslu- og tvørfaklig samstarvsevni              
  • góð analytisk evni
  • framskygd/ur við hugflogi
  • stigtakari innan fakliga og organisatoriska menning
  • evni at raðfesta og skipa arbeiðið
  • leiðsluútbúgving innan leiðslu/búskap ella organisatión

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Møguleiki er eisini fyri tíðaravmarkaðari setan við áramálsviðbót.

Nærri upplýsingar um starvið eru at fáa við at venda sær til Nainu Túgvustein, varastjóri lokal 1003, teldupost lsnaitu@ls.fo 

Umsóknarfreistin er 22. Januar 2018.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann lesast um okkara visjón, missjón og strategimál, undir leinkinum "Leys størv."

Vinarliga søk starvið her

 

 

 

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.