Kæru- og endurgjaldsmøguleikar

Lat aftur

Kæru- og endurgjaldsmøguleikar

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Kæruvegleiðing

Tørvar tær kæruvegleiðing,
kanst tú venda tær til Stjórnarskrivstovuna

Katrin Joensen
Fulltrúi

Tel. +298 30 45 00 lok. 1005
T-postur: ls@ls.fo

Stjórnarskrivstovan

Eirargarður 13
FO-100 Tórshavn
Tel. 30 45 00
T-postur: ls@ls.fo

Upplatingartíðir
kl. 08.00-16.00

Telefontíðir
kl. 08.00-16.00

Leiðandi starvsfólk

Ronnie Midjord
Virkandi sjúkrahússtjóri

Naina Túgvustein
Varastjóri

Johan Jansson
Varastjóri

Sí faldara her, sum í stuttum greiðir frá klagu- og kærumøguleikum í heilsuverkinum.

Á heimasíðuni hjá Heilsu og Innlendismálaráðnum kanst tú lesa neyvari um tínar møguleikar fyri at kæra/klaga um viðgerð, tú hevur fingið í føroyska, danska og íslendska heilsuverkinum.

Somuleiðis kanst tú lesa meira um tínar møguleikar fyri at fáa endurgjald fyri ein skaða, tú hevur fingið í sambandi við kanning ella viðgerð í heilsuverkinum, ella sum tú hevur fingið av læknafyriskrivaðum heilivági.

Gev gætur, at tær nýtist ikki at kæra um ávísar persónar fyri at kunna fáa endurgjald. Heldur ikki er neyðugt, at heilsustarvsfólk skal hava gjørt nakað mistak, fyri at sjúklingur skal kunna fáa endurgjald.

Um tú kærir vegna onkran annan, skal viðkomandi veita tær fulltrú.  

Tørvar tær hjálp til at kæra, hevur tú møguleika at seta teg í samband við Rættarhjálpina. 

Ynskir tú neyvari kæruvegleiðing, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stjórnarskrivstovuna á Landssjúkrahúsinum.


Gera vart við ónøgd
Ónøgd við røkt ella tænastustøðið á Landssjúkrahúsinum kunnu sendast beinleiðis til deild, depilsleiðslu ella stjórn á Landssjúkrahúsinum. Send ein T-post til ls@ls.fo og skriva hvønn klagan er stíla til.

Rís&Rós
Landssjúkrahúsið setir sum mál at veita sjúklingum eina góða heilsutænastu og arbeiðir miðvíst við at liva upp til tað, ið væntað verður av framkomnum sjúkrahúsum. Vit frætta fegin frá tær, um tú hevur uppskot ella viðmerkingar, tí tey hjálpa okkum at kenna økir, ið virka væl, og økir, har høvi er fyri batum.  Skriva til okkara á ls@ls.fo
Uppskot og viðmerkingar av hesum slag verða ikki roknaðar sum kærur.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.