Øktur áhugi at lata seg kanna fyri CTD

7. OKTOBER 2015

Nógv fólk hava tikið við áheitanini frá serfrøðini um, at lata seg kanna fyri CTD.
Av somu orsøk hevur bíðitíðin á Rannsóknarstovuni verið eitt vet longri seinastu dagarnar.
Komandi dagarnar verður atlit tikið til økta eftirspurningin við at fleiri starvsfólk fara at taka blóðroyndir av borgarum. Tó kann enn væntast longri bíðitíð enn vanligt.

Ynskir tú at lata teg kanna fyri CTD, kanst tú møta í bláa ambulatoriinum í J. C. Svabosgøtu 62 millum kl. 08.00-11.00 gerandisdagar, - sama stað har blóðroyndir annars verða tiknar.
Tak eitt nummar, og bíða til tað verður tín túrur.
Kostnaður er kr. 100, - í reiðum peningi. Rannsóknarstovan tekur tíverri ikki ímóti Dankorti.

Tær nýtist ikki at verða fastandi innan kanningin verður gjørd.

Opið er sum vanligt í heystfrítíðini.

 

Til ber eisini at lata seg kanna aðrastaðnis:
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsið er laboratoriið opið gerandisdagar kl. 08.00-10.00.

Læknamiðstøðin í Gøtu tekur blóðroyndir hósdag kl. 08.15-09.30 og í Runavík er opið týsdag kl. 08.30-10.00.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er laboratoriið opið gerandisdagar millum kl. 08.00-13.00, og á Heilsumiðstøðini í Vági hvønn týsdag og hósdag frá kl. 09.00-11.00.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.