Taxa

Fleiri granskingarverkætlanir á LS

7. JANUAR 2015
Sanne Storm, ph.d. sum fekk 1,5 mió kr úr Sjúkrakassagrunninum til verkætlan um burðartunglyndi fer nú í holt við granskingina.
Hon arbeiðir sum musikterapeutur á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Endamálið við verkætlanini er, at greina hvussu mammur í hava ella eru í vanda fyri burðartunglyndi kunnu fáa bestu viðgerð.
Ein serlig spurnarkanning verður nýtt til barnakonur, tá tær eru í viku 18, sum kann vísa á hvørs kvinnurnar eru í vanda fyri at fáa burðartunglyndi. 
Tær kvinnurnar sum eru í vandabólkinum fáa so tilboð um, at lata seg kanna neyvari við einum kanningarhátti sum Sanne Storm hevur ment, ið skal varpa ljós á hvørs tóni og styrki í røddini kunnu veita upplýsingar um sálarligu støðuna hjá mammuni, - umframt hvussu viðgerð ímóti burðartunglyndi virkar.

Fleiri aðrar granskingarverkætlanir á LS fingu stuðul úr Sjúkrakassagrunninum.
Poula Patursson, M.Sc. í føðslu, fekk 986.305 kr. til eina ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum um føðslutrot hjá skurðsjúklingum í Føroyum.
Gunnhild Helmsdal, lækni á Landssjúkrahúsinum, fekk 1.209.051. kr. til eina ph.d. verkætlan um útbreiðslu og ávirkan av meningitis í einum einsháttaðum samfelagi.
Amanda Gratton Vang, ph.d., granskari í biomedisini á Landssjúkrahúsinum og Granskarasetrinum iNOVA, fekk 890.171 kr. til at granska ávirkan á immunverjuna hjá einum ávísum bólki av giktsjúklingum.
Thomas Rosenberg og Elin Holm, serlæknar í eygnasjúkum, fingu 313.360 kr. til at granska grønstar í Føroyum.

 

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.