Granskingardagur á Landssjúkrahúsinum

22. MAI 2015

 

Árligi Granskingardagurin á Landssjúkrahúsinum verður, sum áður lýst, 28. mai og byrjar kl 13 í Forhøllini.

Granskingardagurin, ið fyrstu ferð varð hildin 29. mai 2013, er eitt tiltak, ið er sprottið úr tí økta áhuganum og strembanini at gera gransking til ein fastan tátt á Landssjúkrahúsinum. Menningin av einum og hvørjum nútímans sjúkrahúsverki krevur, at bæði útbúgving og gransking er ein nátúrligur og samansjóðaður partur av virkseminum, ið verður framt hvønn dag, og tí gleðast vit um, at granskingin seinastu árini er fleirfaldað og hevur breitt seg til fleiri fakøki. Sí meira um gransking á Landssjúkrahúsinum her. Skráin er spennandi og vísir ein part av tí margfeldni, sum lýsir føroyska heilsugransking. Skráin fevnir um styttri framløgur av granskingarverkætlanum, postaraframsýning og tveir longri fyrilestrar, sum taka samanum føroyska heilsugransking og tess menning, eisini verður granskingin sæð frá tí skeiva horninum. Sí skránna her.

Granskingarnevndin ynskir at bjóða øllum vælkomnum til Granskingardagin 2015 og vónar at síggja nógv vitjandi.

 

 

Við granskingarkvøðu,

 

Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum

 

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.