Koma føroysk læknalesandi heimaftur?

5. AUGUST 2015

Í samband við kjakið í Føroyum um m.a. skipanina av føroyska heilsuverkinum, avgjørdi nevndin hjá teimum Læknalesandi í Keypmannahavn, LÍK, at gera eina lítla spurnarkanning millum føroysk læknalesandi.

Kanningin við tíggju spurningum er gjørd við "SurveyMonkey", og er send út til Facebook-bólkar hjá teimum lesandi í teimum ymisku býunum.

Í kanningini er dentur lagdur á, hvussu tey føroysku læknalesandi meta um sína læknaligu framtíð, og í hvønn mun kjakið um umstøðurnar í føroyska heilsuverkinum í løtuni og ónøgdin millum núverandi serlæknar í Føroyum hevur ávirkan á framtíðarætlanirnar hjá komandi ættarliði av føroyskum læknum.


Les um úrslitið her.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.