Kunningarfundur fyri læknalesandi og KBU-læknar/Yngri læknar 24. juli 2015

29. JUNI 2015

Sum liður í menningini av føroyska heilsuverkinum ynskja Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús, Suðuroyar sjúkrahús, Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu og Ílegusavnið, at knýta og viðlíkahalda samband við læknalesandi og KBU-læknar/yngri læknar. Tí vil heilsuverkið tann 24. juli 2015 bjóða øllum læknalesandi at koma til kunningarfund á Landssjúkrahúsinum, har ymisk viðkomandi evni verða viðgjørd.

 

Á fundinum verða fylgjandi evnir:

 

1. Vælkomin v/ Høgna Djurhuus, virkandi varastjóra

2. At vera KBU-lækni í Føroyum v/ Ester Weihe, KBU-lækna

3. Kunning um granskingarmøguleikar í heilsuverkinum í Føroyum
    v/ Rudi Kollslíð, yvirlækna

4. Kanning hjá LÍK 

5. Ymiskt  

 

Fundurin verður í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, Eirargarður 7 og verður hildin frá kl. 14-16. Best er um fólk boða frá luttøku á ls@ls.fo (men ikki avgerandi treyt).

 

Vegna stovnarnar í Heilsuverkinum

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.