Kunningarfundur fyri læknalesandi og yngri læknum, sum hava lisið í Póllandi

18. DESEMBER 2015

Kunningarfundurin verður á Landssjúkrahúsinum 28.desember 2015 kl. 13-15.

 

Sum liður í menningini av føroyska heilsuverkinum ynskir Landssjúkrahúsið at knýta og viðlíkahalda samband við læknalesandi og yngri læknar undir útbúgving. Tí vil Landssjúkrahúsið tann 28. desember 2015 bjóða øllum føroyskum læknalesandi í Póllandi at koma til kunningarfund á Landssjúkrahúsinum, har ymisk viðkomandi evni verða viðgjørd.
 
Skrá fyri kunningarfundin:
 
1. Vælkomin v/ Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóra
2. At arbeiða á Landssjúkrahúsinum í Føroyum v/ Valborg Heinesen, intro-lækna
3. Upplegg frá Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækna á Psykiatriska deplinum
4. Svar uppá spurningar, sum vit hava fingið frá føroyskum læknalesandi í Póllandi
5. Ymiskt 
 
Fundurin verður í fundarhølinum G2, kl. 13.00-15.00. Inngongd í forhøllini á Landssjúkrahúsinum, til ber at spyrja um veg í leiðbeiningini.

Vinarliga boða frá luttøku á selma@ls.fo.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.