Landsstýrismaðurin setur hakan í fyri nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum

20. FEBRUAR 2015

Mánadagin 23. februar fer Karsten Hansen, landsstýrismaður, at seta hakan í fyri nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum kemur at standa frammanfyri núverandi grøna bygningin oman móti sjónum.

Í hesum sambandi verður alment hátíðarhald frá klokkan 15.00

 

Verkætlanin fevnir millum annað um nýggjan psykiatriskan depil, nýggjar seingjadeildir og burðarstovur, og nýggj høli til rehabilitering.

Tá nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu er ætlanin, at ein stórur partur av virkseminum hjá Landssjúkrahúsinum omanfyri J.C. Svabosgøtu verður lagt niður. Á hendan hátt verður virksemið á sjúkrahúsinum savnað.

Byggingin av nýggja H-bygninginum verður ætlandi liðug í 2019.


Les meira um útbyggingina her

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.