Rói á Kósini útbúgvin serlækni í almennum medisini

30. SEPTEMBER 2015

 Rói á Kósini er júst vorðin liðugur við útbúgving sína sum serlækni í almennum medisini – vanliga nevnt kommunulækni.
Rói hevur tikið 5 ára serlæknaútbúgvingina á Landssjúkrahúsinum og hjá Kommunulæknaskipanini. Hann hevur havt meginútbúgvingarstað í læknaviðtalum í Tórshavn og seinast havt Turid Petersen, kommunulækna sum vegleiðara.


Rói er 35 ára gamal familjumaður ættaður úr Klaksvík og býr í Tórshavn. Hann fer nú at starvast í Kommunulæknaskipanini sum avloysari.

 

 

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.
Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á Landssjúkrahúsinum og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 13 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Rói er triði læknin, ið er liðugt útbúgvin í ár. Væntandi verður ein lækni liðugur í 2016 og væntast tilsamans 5 liðugt útbúnir í 2017.

 

“Útbúgving er alt avgerðandi fyri framburð – eisini í sjúkrahúsverkinum” sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri. “Tí var tað mær ein fragd at fáa loyvi til at heilsa upp á Róa í dag og ynskja honum til lukku við drúgvu útbúgvingini og blíðan byr í læknagerninginum komandi árini. Vit nýttu eisini høvi at skifta orð um týdningin av støðugt at menna samstarvi millum kommunulæknarnar og Landssjúkrahúsið.”

 

 

 

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.