Screening fyri bróstkrabba verður nú sett í verk í Føroyum

8. OKTOBER 2015

Screening er kanning av ávísum frískum bólki av borgarum, har endamálið er fyribyrging innan evt. sjúka er í framstigi.

 

Screening fyri bróstkrabba er eitt nýtt tilboð allar føroyskar kvinnur millum 50-69 ár nú fara at fáa.


Landssjúkrahúsið hevur lýst eftir serlækna og væntandi verða fyrstu kvinnurnar innkallaðar í desember í ár.

Eftir ætlan skulu 2500 kvinnur kannast árliga, soleiðis at allar kvinnur millum 50-69 ár framyvir verða kannaðar annaðhvørt ár.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.