Sjúkrahússtjóri til Landssjúkrahúsið

30. MARS 2015

Heilsumálaráðið søkir nú eftir sjúkrahússtjóra til Landssjúkrahúsið.
Starvið er lýst leyst til setan 1. juni 2015 ella eftir nærri avtalu.

Sjúkrahússtjórin er ovasti leiðari á Landssjúkrahúsinum og hevur mótvegis Heilsumálaráðnum endaligu ábyrgdina av virkseminum á stovninum. Landssjúkrahúsið fevnir um virksemið í sjúkrahúsbygningunum á Eirargarði og J. C. Svabosgøtu, Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn, umframt eina røð av eindum kring landið við økispsykiatri, ljósmøðraskipan og sjúkraflutningstænastu.

Setanarøkið er Heilsumálaráðið og stovnar undir tí við tænastu á Landssjúkrahúsinum.
Viðkomandi, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi.

Næst fyrisetti er aðalstjórin í Heilsumálaráðnum. Starvið er áramálssett í 5 ár við serligum sáttmála.
Lønin er ájavnt við 39. lønarflokk hjá tænastumonnum landsins við 15% í eftirlønargjaldi og eini áramálsviðbót.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra, umvegis turid.arge@hmr.fo ella tlf. 304050.

Umsóknarfreist er tann 27. apríl 2015, kl. 12:00. 

Sí lysing her.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.