Stuðul latin úr Sjúkrakassagrunninum til Depil fyri heilsugransking

8. DESEMBER 2015

Á samkomu í Heilsu- og innlendismálaráðnum í vikuni varð avtala undirskrivað um menning av granskingarsamstarvi millum Granskingarráðið øðrumegin og Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hinumegin. Stuðulin er á 7 milliónir krónur og skal nýtast eftir nærri avtalu komandi 5 árini.

 

Stuðulin stavar frá fænum úr Sjúkrakassagrunninum og avtalan er úrslit av drúgvari tilgongd, har partarnir hava samskift um, hvussu besta samstarvið fæst burturúr við teimum treytum, sum eru settar fyri stuðulin.


 Í sambandi við hátíðarløtuna bar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fram røðu:

- Fæið, sum lá eftir sjúkrakassunum, hevur veruliga sett ferð á granskingina innan føroyska heilsuverkið. Men granskingin í Føroyum er viðbrekin. Seinnu árini er talið av granskarum økt og førleikin er í vøkstri, men hava tey, ið fáast við gransking ikki framhaldandi neyðugu karmarnar, so kann menningin fána burtur og detta niðurfyri. Eg haldi at samstarvspartarnir í uppritinum um at skipa ein depil fyri heilsugransking vísa eina gongda leið og vilja tryggja at menningin heldur fram, segði landsstýriskvinna milllum annað.

Fyrisiting Granskingarráðsins hevur í samráði við forkvinnurnar í Faknevndini og Granskingarnevndini, sum varða av hesum málinum, síðani síðsta heyst samráðst við avvarðandi partar, sum eru Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, um karmar, innihald og leist fyri eina avtalu. Samband hevur eisini verið við Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús.

Rættiliga tíðliga í tilgongdini gjørdu teir tríggir stovnarnir vart við, at teir ynsktu at styrkja granskingarsamstarvið sínámillum við at skipa ein depil fyri heilsugransking. Semja um var eitt gott hugskot, um so varð, at tað bar til at skipa hetta, so tað samsvaraði við leiðreglurnar sum settar eru fyri Sjúkrakassagrunnurin.

Í endaligu avtaluni er ásett, at stuðulin skal býtast soleiðis til tey trý økini, sum leiðreglurnar nevna:


1. Master útbúgving:
Fróðskaparsetrið bjóðar út masterutbúgving á 120 ECTS í fólkaheilsu (Master of Public Health). Útbúgvingin er ætlað heilsufakfólkum við miðallangum útbúgvingum á bachelorstigi, eitt nú sjúkrarrøktarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar, bioanalytikarar o.fl., t.v.s. starvsbólkar, ið virka á starvsøkjunum heilsuvísindi/fólkaheilsu/sosialheilsu. Umsøkjarar við samfelagsfakligari ella námsfrøðiligari bachelorútbúgving, eitt nú sosialráðgevarar, lærarar og námsfrøðingar kunnu eisini søkja um upptøku.

Tikið verður upp fyrstu ferð til fulla útbúgving á heysti 2016 á tann hátt, at útbúgvingin verður tikin yvir 4 ár (hálv ferð). Tey, sum verða innskrivað til fulla útbúgving, gjalda ikki lestrargjald.

Tey, sum eru byrjaði at lesa stakgreinalestur í 2014, kunnu søkja um at verða innskrivaði til fulla útbúgving og um at fáa góðskrivað tey skeið, ið tey hava staðið sum stakgreinalesandi. Tey verða so eftir ætlan liðug við lesturin í 2018. Tá hesi eru innskrivaði til fulla útbúgving, gjalda tey ikki lestrargjald fyri restina av skeiðunum.

3,6 mill. kr. verða settar av í tíðarskeiðinum 2016 – 2020 (5 ár) til setan av einum vísindafólki við lektaraførleika ella professaraførleika, sum skal verða við til at menna, reka og góðskutryggja útbúgvingina.


2. Ph.d.:
Sett verður eitt ph.d.-starv í fólkaheilsu/sosialari heilsu/ heilsuvísindum. Ph.d. verkætlanin verður knýtt at øki, ið er raðfest í útbúgvingini. 0,9 mió. kr. verða settar av í eitt 3 ára skeið til ph.d. student frá 2016. Írestandi fíggingin skal fáast til vega frá samstarvsstovnunum, feløgum og frá grunnum.


3. Vísindastarvsfólk:
Sett verður eitt vísindastarvsfólk í 3 ára lektara- ella professarastarv í heilsuvísindum/fólkaheilsu/sosialari heilsu. Viðkomandi starvsfólk fær leiðandi leiklut í granskingarsamstarvinum millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið. 2,5 mió. kr. verða settar av í tíðarskeiðinum 2016 – 2018 (3 ár) til endamálið.

Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu skrivaðu undir samstarvsavtalur á vári 2014, ið hava til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum.

Stuðulinum úr Sjúkrakassagrunninum ger tað nú møguligt hjá samstarvsstovnunum at leggja sterkari fíggjarligar karmar um hetta arbeiðið. Við nýggju størvunum skapast møguleiki fyri at samskipa, menna og styrkja føroyska heilsugransking og til at skipa nýggjar útbúgvingar, ið skulu viðvirka til framhaldandi menning og trygging av føroyska heilsu- og almannaverkinum.


Avtalan stuðlar væl uppundir nýggja depilin

Partarnir fegnast um avtaluna, sum nú er undirskrivað:

- Likamlig, sálarlig og sosial heilsa hava avgerandi týdning fyri lívførið hjá føroyska samfelagnum og tí mugu vit lyfta í felag fyri at møta framtíðar tørvinum. Vit eru sannførd um at við at skipa ein Depil fyri heilsugransking so kunnu vit røkka setninginum um at veita føroyska – og altjóða - samfelagnum viðkomandi og neyðuga gransking, sum kann gagnnýtast til at betra um og málrætta heilsufakligu tænastuna heilsustøðuna í Føroyum. Stuðulin úr Sjúkrakassagrunninum tryggjar eitt gott útgangsstøði fyri deplinum, sigur Sigurð í Jákupsstovu vegna samstarvsstovnarnar.

Stuðulin til samstarvið um at menna heilsuøkið er ikki beinleiðis avmarkaður til hesar stovnarnar, sum undirskriva í dag, hóast peningurin er oyramerktur til ávís endamál.

Hugsanin er heldur, at tað við hesi avtaluni verður stuðlað undir, at tað verður bygdur ein kjarni, sum til ber at kopla meira og fleiri uppá, so hvørt tað er høvi til tað.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.