Taxa

Økispsykiatri í Vágoynni

27. MAI 2016

Almenn móttøka verður í Heilsumiðstøðini í Miðvági 31. mai kl. 13.00-16.00 í samband við, at Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum nú veitir økispsykiatriska tænastu og virksemi í oynni.

Endamálið er, at borgarar skulu hava møguleika at fáa psykiatriska røkt og viðgerð í egnum nærumhvørvi.

Í samband við móttøkuna bjóðar Birgit Andersen, leiðari í Økispsykiatriini vælkomin, og Landsstýriskvinnan í Heilsu- og Innlendismálum sigur nøkur orð.

Umboð fyri Vága kommunu og fyri Landssjúkrahúsið verða eisini tilstaðar.

Ábit, kaffi og tónleikur verður.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.