Tilboð til foreldur um føðifyrireiking í 2017

16. NOVEMBER 2016

Eisini í 2017 verða komandi foreldur bjóðað til føðifyrireiking á Landssjúkrahúsinum.
Føðifyrireikingin er skipað sum fyrilestur, har høvi somuleiðis verður til at seta spurningar.

Hvør føðifyrireiking er býtt upp í tveir partar, sum varða tveir fylgjandi mikudagar.
Tað inniber, at ein velur sjálvur hvønn mánaða ein hevur hug at møta til føðifyrireiking.
Tilmelding er ikki neyðug.

Føðifyrireiking verður í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, Eirargarður 7  hesar dagar í 2017:

Mikudag 1. februar kl. 16.00–18.00
Mikudag 8. februar kl. 16.00–18.00

Mikudag   5. apríl kl. 16.00–18.00
Mikudag 12. apríl kl. 16.00–18.00

Mikudag   7. juni kl. 16.00–18.00
Mikudag 14. juni kl. 16.00–18.00

Mikudag 2. august kl. 16.00–18.00
Mikudag 9. august kl. 16.00–18.00

Mikudag   4. oktober kl. 16.00–18.00
Mikudag 11. oktober kl. 16.00–18.00

Mikudag   6. desember kl. 16.00–18.00
Mikudag 13. desember kl. 16.00–18.00

Rundvísing
Rundvísing er á føðideildini fyrsta mánadag í hvørjum mánaði kl. 17.00. Tá er høvi er at síggja føðistovur v.m.
Heldur ikki til hetta er tilmelding neyðug. Møtt verður við inngongdina til føðideildina.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.