Taxa

Smáu sjúkrahúsini í ríkisfelagsskapinum fáa íblástur frá hvør øðrum

24. JUNI 2017

Smáu sjúkrahúsini hava felags avbjóðingar, har upplagt er at deilast um vitan og royndir. Tí hevur stjórnin á Landssjúkrahúsinum luttikið á netverksfundi á Bornholms Hospital í vikuni, har lokala leiðslan hevði tikið stig til at savna nøkur av smærru sjúkrahúsunum í ríkisfelagsskapinum.

Endamálið var at tosa um ymsu avbjóðingarnar smáu sjúkrahúsini hava, td. í mun til rekruttering, útbúgving og bústaðir, umframt at deila vitan um hvussu til ber at loysa hesar avbjóðingar á haldgóðan hátt. 
Tey luttakandi á fundinum vóru sjúkrahúsleiðslurnar á ávikavist Nykøbing Falster Sygehus, Regionssygehus Nordjylland og Bornholms Hospital, umframt sjúkrahúsleiðslur úr Grønlandi og úr Føroyum.

Fundurin var á Bornholm tann 19. juni, og leiðslurnar á sjúkrahúsunum í ávikavist Grønlandi og Nykøbing Falster luttóku umvegis videokonferansu.

”Vores fælles udfordringer er blandt andet, at vores hospitaler har en forholdsmæssig stor del af multisyge patienter.  På Grønland har de mange erfaringer med telemedicin, som jeg tror vi kan gøre brug af, ligesom vi kan lære af deres erfaringer indenfor radiologi”, sigur Niels Reichstein Larsen, sjúkrahússtjóri á Bornholms Hospital.

Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum metir, at tey luttakandi longu á fyrsta fundinum hvør í sær hava fingið íblástur og ítøkilig hugskot til, hvussu til ber at arbeiða viðari við loysnum í mun til tær avbjóðingar smáu sjúkrahúsini hava.

Ætlandi skulu netverksfundir verða eitt framhaldandi tiltak, har sjúkrahúsleiðslurnar skulu møtast einaferð árliga, umframt at hava ein árligan fund umvegis videokonferansu.

Les donsku greinina um netverksfundin hjá sjúkrahúsleiðslunum á heimasíðuni hjá Bornholms Hospital her.  

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.