Tappa einar 30-40 blóðgevar um vikuna

12. JULI 2017

Í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum kunnu fólk geva blóð og harvið vera við til at bjarga lívi. Hvørja viku tappa tey blóð frá eini 30-40 blóðgevum, og tørvurin á blóðgevum er altíð stórur.

- Um eingin gav blóð, vóru nógv, sum ikki stóðu til at bjarga, sigur Joan Petersen, deildarleiðari í Blóðbankanum. Tað kemur enntá fyri nakrar ferðir um árið, at blóðgevar verða uppringdir mitt á nátt at geva blóð akutt til sjúkling. Hetta kann gerast... bjargingin fyri sjúklingin.

Sagt verður, at í minsta lagi 5% av fólkatalinum í einum landi mugu geva blóð fyri at nøkta tørvin. Í Føroyum er talið nakað undir 5%, og nógv eru trupul at fáa fatur á, m.a. tí tey búgva uttanlands ella í útjaðaranum.

Hvussu ofta gevur man blóð?
Fólk kunnu, í mesta lagið, geva blóð 3. hvønn mánað. Hjá summum gongur tó longri tíð ímillum, meðan onnur verða tappað meira regluliga. Hetta kemst av, at býtið millum blóðflokkarnar er ymiskt, og at nýtslan av ávísum blóðflokkum er størri enn onnur.

At geva blóð tekur bert 5-10 minuttir, og tú merkir einki uttan eitt lítið prik. Ein hálvur litur av blóði verður tappaður, sum so verður býttur í tríggjar ymiskar blóðúrdráttir, og kann hesin hálvi liturin sostatt hjálpa trimum ymiskum sjúklingum. Aftaná fæst okkurt at drekka, meðan hvílt verður í 10 minuttir.

Tørvur er á blóði til eitt nú:
• Skurðviðgerðir
• Bløðingar
• Skaðatilburðir
• Blóðtrot orsaka av medisinskum sjúkum, t.d. krabbameini.

Kann eg geva blóð?
Øll, sum eru frísk, viga 50 kg ella meira og eru ímillum 18 og 60 ár, kunnu melda seg til blóðgeva. Tó kunnu ymsar orsøkir, so sum heilivágur og annað, gera at ein persónur ikki kann geva blóð.

Ynskir tú at gerast blóðgevi, kanst tú skráseta teg á www.gevidblod.fo.
Møguleiki er at geva blóð bæði á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Myndir

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.