Telemedisin – læknahjálp uttan landamørk

26. JUNI 2017

Á Ambulatoriinum omanfyri J.C. Svabosgøtu starvast Edith sum sjúkrarøktarfrøðingur við serkunnleika innan húðsjúkur, - ella dermatologi. Hon hevur ein heldur øðrvísi arbeiðshátt at hjálpa sjúklingum við nýtslu av telemedisin.

Telemedisin er viðtala umvegis KT skipanir, har lækni og sjúklingur ikki eru í sama rúmi, men t.d. kunnu uppihalda seg í hvør sínum landi.

Sjúklingar við húðsjúku koma inn til Edith á húðambulatoriinum við tilvísing frá kommunulækna.

Hon spyr inn til trupulleikan, tekur myndir og leggur tær inn í eina tøkniliga skipan, sum húðlæknar í Roskilde hava atgongd til. 
Teir hyggja eftir myndunum, og venda síðani aftur vanliga innan eitt samdøgur við, hvussu sjúklingurin skal viðgerast.

Hareftir kunnu kommunulæknar í flestu førum útskriva resept til viðkomandi, ella sjúklingurin verður biðin at koma inn til nærri kanningar.

Dermatologiin á Landssjúkrahúsinum hevur nýtt hendan framferðarháttin síðan 2004, og tað hevur rigga væl. Hvørt ár koma eini 2500 tilvísingar, og sjúklingarnir fáa svar aftur innan fáar dagar.
Danskir húðlæknar eru so í Føroyum 8 ferðir um árið í 4 dagar.

Tveir teirra sum eru knýttir at Landssjúkrahúsinum verða javnan bidnir um, at undirvísa aðrastaðnis í teledermatologi, tí at hesin framferðarhátturin á Landssjúkrahúsinum, er ein av teimum størstu dagligt virkandi deildunum í heiminum sum nýta teledermatologi.

Mest vanligu húðsjúkurnar í Føroyum eru psoriasis og eksem, tí veðurlagið í Føroyum, kuldi og fuktur, - er ikki so gott fyri hesar báðar sjúkurnar. Eisini koma fólk við aknu o.ø., umframt at Edith ger biopsiir og allergiroyndir.

Møguleikar innan onnur viðgerðarøki
Telemedisin kann eisini nýtast innan onnur viðgerarøki – eitt nú var fyrsta telekonferanca hildin í fjør, har serlækni sat á einum donskum sjúkrahúsi, meðan sjúklingurin sat í Føroyum saman við einum sjúkrarøktarfrøðingi.

Hesin hátturin er sera væl eydnaður til umstøðurnar í Føroyum og kann koma at minka um talið av sjúklingum, ið Landssjúkrahúsið á hvørjum ári sendir uttanlands í viðgerð.
Góðskan og viðgerðin er á høgum støði, eins og fyrimunir við telemedisin eru skjótari viðgerð og styttri bíðitíð til viðtalu hjá serfrøðingi, ið er staddur uttanlands.

Telemedisin kann eisini vera ein loysn umborð á skipum, tá ið manningin hevur tørv á læknahjálp, ið ikki er akutt, og á tann hátt kann koma í samband við læknar í Føroyum og uttanlands.

KT-loysnir skulu skapa betri kunning til sjúklingin og avvarandi og geva teimum vitan um sjúku og sjúkugongd á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta eru viðurskifti, sum komandi H-bygningurin fer at taka atlit til, tá hann stendur klárur at nýta í 2021.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.