Venjing ger mun fyri lívsgóðskuna hjá hjartasjúklingum

3. JULI 2017

Fyri tíð síðani byrjaði fysioterapideildin á Landssjúkrahúsinum at venja styrki og konditión við hjartasjúklingum.

Fleiri fysioterapeutar luttaka í venjingini av hjartaliðnum, teirra millum Anna Maria og Sarita. Í tíðini aftaná ein hjartatilburð er vælkent, at sjúklingar óttast at strongja seg, fáa pulshækkan og gerast pøstir. Venjing í tryggum umstøðum saman við fysioterapeutum ger, at sjúklingar koma betur og skjótari f...yri seg.

Tað eru í høvðusheitum tveir venjingarhættir:
- ein fyri sjúklingar sum eru skurðviðgjørdir í hjartanum, t.d. aftaná bypass- og hjartaloku skurðviðgerðir
- ein fyri sjúklingar, sum hava niðursetta pumpustyrki í hjartanum.

Fyrri bólkurin kann ofta byrja við hægri orku, meðan tann seinni krevur longri tíð við lægri orku. Endamálið er tó í báðum førum at endurvenja hjartað og likamið sum heild.

Hjartalið sum hesi hava ikki verið á Landssjúkrahúsinum í 10 ár. Síðani í vetur hava eini 30-40 fólk verið í gongd ella eru liðug við venjingina. Tey venja í 12 vikur og fáa síðani bjóðað at koma til eftirfylgjandi kanning. Tey luttakandi eru flest menn í aldrinum 40 og upp í 83 ár.

Venjingin er evidensbaserað og byggir á nýggjastu vitan innan økið. Hon betrar nógv um fysisku orkuna, sum viðførur, at tey luttakandi tora betur at røra seg. Hetta ger stóran mun fyri lívsgóðskuna.

Venjingin er liður í eftirviðgerð hjá teimum hjartasjúklingum sum sambært hjartalæknum hava serligan tørv.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.