Viðgerð av bróstkrabbasjúklingum

4. DESEMBER 2017

Í samband við umrøðu í miðlunum seinastu dagarnar um samstarvið millum íslendska skurðlæknan Kristján Skúla og Landssjúkrahúsið viðvíkjandi viðgerð fyri bróstkrabba, hevur stjórnin á Landssjúkrahúsinum avgjørt, at verandi avtala við Kristján Skúla heldur fram, fyribils til 1. februar 2018.

Ætlandi verður samstarvsavtalan tikin upp á fundi millum Kristjan Skúla, skurðdepilin og  stjórnina á Landssjúkrahúsinum, so skjótt sum skurðlæknin er aftur í Føroyum.

Eisini fer stjórnin at skipa fyri fundi um bróstkrabbaviðgerð millum umboð fyri Ríkissjúkrahúsið, Krabbameinsfelagið og sjúklingar.

Tá hesir fundir hava verið, fer stjórnin á Landssjúkrahúsinum at taka endaliga støðu til hvussu hetta viðgerðarøkið verður skipað framyvir.

Hareftir verður kunnað um avgerðina.

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.