Dygdarskipan

Dygdarskipan

Dygdarskipan fyri føroyska sjúkrahúsverkið

Dygdarskipan fyri føroyska sjúkrahúsverkið

Landssjúkrahúsið er ein tænastuveitari, sum arbeiðir miðvíst við dygdarmenning og sjúklingatrygd. Sum ein liður í hesum hevur Landssjúkrahúsið farnu árini verið í eini fyrireikingartilgongd at verða skoðað og viðurkent (akkrediterað) sbrt. dygdarskipanini Den danske kvalitetsmodel (DDKM) hjá Institut for Kvalitet og Akkreditering i Sundhedsvæsnet (IKAS). Henda akkreditering verður ætlan framd á vetri 2016.
Talan er at kalla um skipan sum tekur støði í líknadi skipan sum er galdandi fyri donsk sjúkrahús, tó er talan um eina útgávu sum er tillagað føroyskum viðurskiftum.
Vanliga verður dygdarskipanin nevnd trygd og dygd. Skipanin fevnir bæði um kliniskt, tænastu- og fyrisitingarligt virksemi. IKAS  er ein óheftur stovnur sum skal meta um sjúkrahúsið livir upp til tey ásettu dygdarkrøv standardsettinum, sum er ásett fyri føroyska sjúkrahúsverkið. Standardsettið er tøkt her.

 

Hví akkreditering?

Tað hevur altíð verið ein natúrligur og sjálvsagdur partur í arbeiðinum hjá læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólkum at veita borgarum eina so góða fakliga tænastu sum gjørligt og at arbeiða sbrt. skipaðum mannagongdum. Høvuðsmunurin við eini dygdarskipan er at tað kemur ein óheftur stovnur og setir nakrar yvirskipaðir standardir (sum taka støði í eitt nú tilmælum hjá WHO (Alheimsheilsustovninum), fakligum selskapum vm.) har serligt uppmerksemi er neyðugt fyri at tryggja høga sjúklingatrygd og dygd og metir um vit gera sum ásett. Tað er bæði í mun til kliniskt, tænastu- og fyrisitingarligt virksemi á sjúkrahúsinum. Við øðrum orðum tað sum longu í stóran mun verður gjørt – verður sett í ein skipaðan leist og eftirmett av einum óheftum stovni. Sum dømi kunnu nevnast ásetingar um móttøku av sjúklingum, skjalfesting av viðgerð og røkt, observatión av sjúklingum, svarskriv eftir viðgerð, samskifti við aðrar eindir og stovnar, pínuviðgerð, intensiv viðgerð, heilivágsgevan, trygd í bygningum og tólum, innleiðsla av starvsfólki. Ein høvuðsfyrimunur er, at øll starvsfólkini fáa felags leiðreglur at halda seg til.

 

Hvussu er hetta komið í lag?

Í nov. 2013 var heilsunýskipanin hjá landsstýrismanninum í heilsumálum til aðalorðaskiftis á løgtinginum (sí her). Í henni verður m.a. lagt upp til at sjúkrahúsverkið skal verða akkrediterað t.v.s gerast partur av eini formligari dygdarskipan.

 

Hvussu ávirkar hetta arbeiði á LS?

Henda tilgongd viðkemur og ávirkar virksemið hjá flest øllum teimum á leið 26 starvsbólkunum á sjúkrahúsinum og á øllum deildum og eindum. Eitt nú við at lýsa, gera, íverkseta og fylgja kliniskum og fyrisitingarligum mannagongdum/leiðreglum og undirvísing í hesum sambandi, umframt arbeiði við at eftirmeta virksemi og gera møgulig neyðugt betranarátøk.
Til mannagongdir/leiðreglur er gjørd ein talgild skipan, ið kallast PLI-skjalaskipanin, soleiðis at øll starvsfólk kunnu finna fram galdandi ásetingar.

Henda tilgongd setur stór krøv til starvsfólk, bæði faklig og skipanarliga, eins og áhuga og vilja til proaktivt at viðvirka til, at Landssjúkrahúsið í vaksandi mun gerst ein sonevnd lærandi organisatión.

Sum ein liður í hesum, er komin ein nýggj talgild skipan, ÓTH-skipanin, sum er til fráboðan av sonevndum ótilætlaðum hendingum.

Landssjúkrahúsið sær fram til at fullføra hesa verkætlan og er ynskið og málið at innsatsurin í seinasta enda vil viðvirka til, at Landssjúkrahúsið kann liva upp til sína endamálsorðing, um eitt nú at veita sjúklingum eina heilsutænastu á høgum fakligum støði.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.