Gávur og stuðul

Kunning um gávur og stuðul til ávíst endamál á Landssjúkrahúsinum

Tað kemur javnan fyri at fólk ynskja at geva gávur og stuðul til ávís endamál á Landssjúkrahúsinum.

Gávur og stuðul sum Landssjúkrahúsið fær, kann gera tað møguligt at raðfesta ymiskt annað virksemi (t.d. granskingar- ella menningarverkætlan, førleikamenning, tól, amboð v.m.), ið ikki hevði verið møguligt í sama mun við galdandi játtan.

Gávur og stuðul verða ikki nýttar til vanligan rakstur!

Ikki er loyvt at geva persónligar gávur til starvsfólk!

Er ynski um at geva gávur ella stuðul ber til at venda sær til deildarleiðara/depilsleiðara innan ávísa økið ella at skriva til ls@ls.fo

Peningagávur kunnu flytast á konto 6460 15-39-34-7 í Bank Nordik - viðmerkið endamál ella navn á deild ella depli ella verkætlan, ynskt verður at stuðla.

 







Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.