Ný- og umbygging

Ný- og umbygging á Landssjúkrahúsinum

Skipan av arbeiðinum við H-bygninginum og øðrum verkætlanum og samstarvið við Landsverk.
Landsverk ráðgevur Landssjúkrahúsinum (LS) og Heilsumálaráðnum í sambandi við ný- og umbyggingar av landsins ognum, umframt viðlíkahald. Formliga virkar Landsverk sum byggiharri fyri verkætlanunum og hevur Landsverk eisini ræðisrættin yvir íløgujáttanini. Alt virksemi verður gjørt í samstarvi við Bygginevndina á LS. 
 
Í sambandi við størri umbyggingar og nýbyggingar eru stigini sum Landsverk ráðgevur um vanliga: 
Innleiðandi ráðgeving
Ráðgeving viðv. Byggiskrá
Skitsuprojekt
Forprojekt
Høvuðsprojekt (detailprojekt)
Eftirlit við byggiarbeiðinum
Bjóðar arbeiðini út, og ger sáttmálar við ráðgevarar og byggifeløg vm.
 
Fíggjarstýring
Landsverk hevur áyrgdina av at ásettu fíggjarkarmar verða hildnir og tað verður gjørt í tøttum samstarvi við Bygginevnd á LS.
 
Tíðarætlan fyri H-bygningsverkætlanartilgongdina
Tíðarætlanin:
Byggiskrá, oktober 2012
Dagført skipanaruppskot, januar 2015
Prosjektuppskot, mai 2015
Forprojekt, september 2015
Høvuðsprojekt, mars 2016
Útboð, apríl 2016
Avgrevstur byrjar 23. februar 2015
Byggja 2016 til 2021
Liðugt 23. februar 2021

 

Fylg við byggingini "live" umvegis vevmyndir her.
 
Verklagslógin vm. fyri ný- og umbygging
Lógaruppskotið vm. frá 2011

Broytingarlógaruppskotið vm frá 2013

Galdandi verklagslóg

 

Fíggjarkarmar
Samlaða játtanin til verkætlanina fyri tíðarskeiðið 2009-2019 er 652,6 mio. kr. 

 
Bygginevndin á Landssjúkrahúsinum 
Ronnie Midjord, virkandi sjúkrahússtjóri, Stjórn
Naina Túgvustein, varastjóri, Stjórn
Jóan Símun Saltá, depilsleiðari, Tænastudepilin
Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni/depilsleiðari, Psykiatriski depilin 
Terji Petersen, deildarstjóri, Heilsumálaráðið
Bjarni á Steig, yvirlækni/depilsleiðari, Medisinski depilin
 
Landsverk er fast umboðað við
Jan á Argjaboða, verkætlanarleiðari

Bygginevndin skal virka fyri, at íløguvirksemið verður framt á besta og skynsamasta hátt, og hevur skyldu at tryggja, at neyðug hoyring av fak- og starvsfólkabólkum fer fram.
Bygginevndin hevur skyldu at kunna aðaðráðið um meira týðandi mál, ið koma fyri í bygginevndini, og skal gera tilmæli um góðkenning av skitsu- og detailprojektum.

Sí kunning og myndir frá verkætlanini á heimasíðuni hjá Landsverk

 
Nevndin hevur vanliga fund 2 ferðir um mánaðin

Arbeiðsbólkar

Fylgjandi arbeiðsbólkar hava arbeitt við at greina ymisk viðurskifti í sambandi við byggiskrá.


1.       Seingjadeildir-bólkurin, ið eisini fevnir um burðardeild
2.       Psykiatri-bólkur
3.       Tøkni-bólkur
4.       Logistikk-bólkur
5.       FAME-bólkur (Felags akutt móttøkueind)
6.       Vistaveitingar-bólkur
7.       Rehabiliterings-bólkur

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.