International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Útbúgving

Útbúgving

Útbúgvingarmøguleikar

Kunning fyri miðnámsskúlanæmingar

Lesandi og flokkar, sum ynskja at sleppa inn á LS at heilsa upp á starvsfólk og hoyra um útbúgvingarmøguleikar, kunnu bíleggja eina vitjan.

Vit seta saman eina skrá, har næmingar í tann mun tað ber til, sleppa at heilsa upp á og hoyra um virksemi í ymisku yrkisbólkunum.

Send ein fyrispurning til Starvsfólkadeildina, hr@ls.fo

Samstarv við lesandi

Landssjúkrahúsið vil fegin samstarva við lesandi á bachelorstigi, masterstigi og phd-stigi um uppgávur/ritgerðir/evnir, ið eru viðkomandi fyri Landssjúkrahúsið og tann lesandi. Her kann verða talan um fakøkir so sum læknafrøði, sjúkrarøktarfrøði, lívfrøði, biomedicin, búskaparfrøði, KT-frøði, løgfrøði, HRM, samskifti, organisatiónspsykologi, sociologi, organisatión, logistikk o.s.fr.

Í Granskingar- og Menningarlonini hjá Landssjúkrahúsinum, finnist eitt kveikjandi granskingarumhvørvi. Har húsast Fólkaheilsuráðið, Ílegusavnið, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (FarGen-verkætanin), umframt granskarar á Landssjúkrahúsinum.

Fyrispurningar kunnu sendast til Starvsfólkadeildina, hr@ls.fo

Starvsvenjing fyri fólkaskúlanæmingar

Landssjúkrahúsið er nógv umbiðið í samband við at 9.- og 10. floks næmingar úr fólkaskúlunum skulu í starvsvenjing.

Vit taka 2 næmingar inn í senn, og eru teir hjá okkum í tvær vikur, har tey koma runt á ymisk støð og vit vísa teimum á starvsmøguleikar, sum heilsuverkið hevur at bjóða.

Fólkaskúlanæmingar møta í Forhøllin mánamorgun, har Starvsfólakdeildin tekur ímóti teimum, og skráin og viðkomandi kunning verður gjøgnumgingin.

Fólkaskúlanæmingar fáa ókeypis máltíð í kantinuni/kafá'ini meðan tey eru i starvsvejning, og er hetta 'samsýningin' sum LS veitir.

Fyrispurningar kunnu sendast til Starvsfólkadeildina, hr@ls.fo

Starvsvenjing í samband við útbúgving

Tak niður faldaran til  Fólkaskúlanæmingar í starvsvenjing 

Samband

Ynskir tú at vitja, gera uppgávu, koma í starvsvenjing á Landssjúkrahúsinumert , ert tú vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á hr@ls.fo ella ringja 304500, lokal 1099.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.