International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Fólkaskúlanæmingar

Fólkaskúlanæmingar

Fólkaskúlanæmingar í starvsvenjing á Landssjúkrahúsinum

Gongur tú í 9. ella 10. flokki, hevur tú møguleika at koma í starvsvenjing á Landssjúkrahúsinum.
Tú kanst søkja um at koma í starvsvenjing hjá okkum við at senda okkum ein teldupost, og skriva hví tú ynskir júst hetta. Ymiskt er hvussu skráin sær út, millum annað kann ein royna seg á hesum økjum: Sjúkraflutningstænastuni, Fysioterapiini, Vaskarínum, Køkinum, Goymsluni, Rannsóknarstovuni og mangt annað. Er tú áhugað/ur í Køkinum, so ber tað til, at verða har allar dagarnar. Starvsvenjingin er skipað soleiðis, at næmingurin kemur runt á teimum ymisku deildunum á sjúkrahúsinum. Ein vælskipað ætlan er gjørd fyri allar dagarnir, og eru ábyrgdarfólk á hvørjari deild, sum taka sær av næminginum.

Ein endamálsorðing hjá LS ljóðar soleiðis:

“At vísa fólkaskúlanæmingum, okkara framtíðar føroyingar, á fjølbroyttar útbúgvingar­møguleikar í heilsuverkinum. Við vón um at starvslærutíðin skal eggjað og skapa áhuga hjá næmingum at hugsa um, at velja sær starvsleið innan heilsuverkið” 

Hetta hava næmingar sagt um starvsvenjingina:

"Man sleppur runt allastaðni, so man fær nógv at læra. Eg haldi at tað er øgiliga mennandi"

"Tað er sera spennandi. Nógv vinarligt starvsfólk og sjúklingar. Har er nógv vitan at heinta. Tað er eisini eitt stórt arbeiðspláss, man sleppur runt at royna seg. Eg haldi eisini at tað er spennandi, at vita hvussu alt hongur saman, og hvussu tað er at arbeiða á Landssjúkrahúsinum."

"Eg havi lært nógv nýtt um sjúkrahúsið, sum eg ikki visti. Tað var næstan allatíð spennandi, mær dámdi tað væl, og øll sum arbeiddu har úti dugdi væl at taka ímóti okkum."

Les meira undir "Til næmingin" og "Til foreldur og flokslærara" 

Samband

Starvsfólkadeildin tlf. 304500, lokal 1099, hr@ls.fo

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.