Til foreldur og flokslærara

Til foreldur og flokslærara

Landssjúkrahúsið er nógv umbiðið í samband við, at 9. - og 10. floks næmingar úr fólkaskúlunum kring landið skulu í starvsvenjing. Vit kunnu hava ein ella tveir næmingar hvørja ferð, og eru teir hjá okkum í tvær vikur.

Næmingarnir fáa sera nógv burtur úr, bæði spennandi og annaðleiðis upplivingar, tó eisini upplivingar sum kunnu krevja stuðul frá tykkum foreldrum/lærarum. Tað er týdningarmikið at tit tosað við næmingin um krøv ímun til búna, uppmøting, tagnaðarskyldu og annað.

Tagnarskylda
Fyrsta dagin fær næmingurin kunning um hvussu hann skal fyrihalda seg viðvíkjandi tagnarskyldu. Næmingurin skrivar eisini undir uppá eina tagnarskyldu. Næmingarnir hava tagnarskyldu um øll viðurskifti viðv. innlegging, sjúku og viðgerð hjá sjúklingunum. Tagnarskyldan er galdandi bæði innanfyri og uttanfyri sjúkrahúsið – eisini eftir starvstíðina.

Búni
Næmingurin fær upplýst á tímatalvuni fyri vikuna, um hann/hon skal møta í búna ella ikki. Búnin er ein hvít blusa og hvítar buksur. Vit vísa teimum fyrsta dagin, hvar skiftirúmið er og hvørji klæði tey skulu í. Búnin er við til at fyribyrgja smittuvanda, bæði fyri sjúkling og starvsfólk. 

Sjúka/frávera
Um næmingurin er sjúkur ella annað er áfatt, er tað týdningarmikið at boða frá hjá Starvsfólkadeildini.

Kostur
Næmingar fáa ókeypis mat í steðginum í kafeini í forhøllini ella kantinuni.

Samband
Starvsfólkadeildin tlf. 304500, lokal 1099, hr@ls.fo 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.