Læknaskrivari

Læknaskrivari

Yvirskipað krøv
Fyri at lesa til læknaskrivara skal ein hava lokið 2-ára Handilsskúlaprógv ella hava aðra viðkomandi útbúgving.
Hevur ein Students- ella HF-prógv er neyðugt við einum 12-vikurs skeiði á Handilsskúla í Danmark ella hava lokið hægri Handilsskúla-prógv í Føroyum.

Hvussu ofta tekur Landssjúkrahúsið læknaskrivaranæmingar?
Av og á. Lýst verður í bløðunum

Hvussu leingi varðir hon?
Starvstíðin er 2 ár á Landssjúkrahúsinum,  treytað av, at omanfyri nevndu útbúgvingar eru loknar.  

Hvussu er útbúgvingin skipað?
Í Danmark:
Útbúgvingin er skipað soleiðis, at næmingar  fara til Danmarkar á skúla 4 ferðir á 3-4 vikur hvørja ferð, 5. ferð til próvtøku, har ein verkætlan verður vard.

Á Landssjúkrahúsinum:
Á Landssjúkrahúsinum verður undirvíst í anatomi, fysiologi, patologi og psykologi av lækna. Harumframt undirvísir útbúgvingarleiðarin í almennari fyrisiting og øllum praktiskum læknaskrivaravirksemi, sum fevnir um fyriskipandi og samskipandi arbeiði.

Á øllum deildum er ein, sum hevur ábyrgd av tí lesandi.  

Samband
Sæunn Hansen, leiðslufulltrúi á Medisinska deplinum,
T-postur: lssauha@ls.fo

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.