#ViteruLS

#ViteruLS

Hvat ger ein læknaskrivari?

Orðið leggur kanska upp til, at tað er ein, sum bara skrivar. Men okkara læknaskrivarar kunnu sigast at vera tann reyði tráðurin í sjúklingagongdini her á Landssjúkrahúsinum.

Beinta Nygaard er ein av 15 læknaskrivarum á skurðdeplinum, ið eisini umfatar eini 25 læknar og konsulentar. Læknaskrivararnir senda áleið 10.000 innkallingar um árið til sjúklingar, og eru ofta vinaliga røddin í telefonini, ið kunnar teg um hvat fer at henda, um tú skalt til viðgerð ella annað.

Eg elski mítt arbeiði, sigur Beinta. Eingin dagur er eins, og eg føli at eg geri mun. Beinta hevur starvast sum læknaskrivari í Føroyum síðan 2003, umframt at hon hevði fleiri ár av royndum við sær heim úr Danmark áðrenn hetta.

Læknaskrivarin fær avtalur í lag við læknan, formidlar røttu kunningina, skrásetur, skjalfestir... you name it. Um læknin t.d. sigur, at tú skalt leggjast undir skurð, so samskipar læknaskrivarin við skráseting rætta stað og innkallar.
Um tú evt. skalt av landinum til viðgerð, so syrgir læknaskrivarin fyri, at røttu skjøl koma á innkallingarstaðið og boðar Uttanlandstænastuni á LS frá, sum samskipar tína ferð.

Læknaskrivarar fáa nógvar uppringingar dagliga, sigur Beinta. Fólk spyrja um tíð hjá læknanum, mangla læknaváttan, ynskja at vita meira um, hvat skal henda við teirra viðgerð – og so hjálpa vit teimum. Arbeiðið krevur eisini førleikar at samskifta á enskum og donskum við bæði sjúklingar, læknar og konsulentar.

Skurðdepilin tekur sær av fleiri læknaligum økjum so sum ortopedkirurgi (musklar og bein í kroppinum), gynækologi (kvinnusjúkur), parenkymkirurgi (tey bleytu organini í kroppinum), urologi (nýrur og landrás), eygnadeildini, oyra/nasa/háls, skaðastovuni, mammakirurgi (bróst), endoskopi og obstetrik (føðideildin).

Læknaskrivarar eru ein týðandi fakbólkur í sjúkrahúsverkinum, sum tryggjar samskifti, skjalfesting og tænastu til sjúklingin.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.