#ViteruLS

#ViteruLS

Á føðideildini er ongin dagur eins

Heidi starvast sum ljósmóðir á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, og har er ongin dagur eins.
Hendan dagin byrjaði vaktin hjá Heidi við, at ein barnakona kom inn við sjúkrabili orsakað av bløðing.
Uppgávan hjá Heidi er tá at taka ímóti og vurdera, hvussu støðan er. Hon kannar hjartaljóð á barninum og verkirnar við CTG tóli, og somuleiðis hvar móðurkakan situr, innan hon kannar mammuna fysiskt.

Tá ein barnakona kemur inn á føðideildina á hendan hátt, hevur lækni fingið boðini frammanundan. Men um Heidi vurderar, at støðan er friðarlig, verður bert hildið eyga við móður og barn, til føðingin fer í gongd.
Í hesum føri endaði støðan við einari heilt vanligari føðing seinni á degnum.

Heidi hevur verið ljósmóðir í nærum 23 ár. Hon las á Metropol í Keypmannahavn. Hareftir var hon ½ ár á føðideild á Ríkissjúkrahúsinum og síðani 3 ár á Gentofte sjúkrahúsi. Somuleiðis hevur hon starvast á føðideild í USA í 3 ár.
Hon er glað fyri royndirnar, ið hon hevur fingið uttanlands, og starvast framvegis av og á sum vikar bæði í Danmark og Noregi, tá til ber.

Tekur ímóti 40-50 børnum árliga
Í fjør vóru 680 børn fødd í Føroyum, og Heidi tók ímóti uml. 40-50 av teimum. 
Nógvar mammur minnast uttan iva, hvør ljósmóðurin var, ið tók ímóti hennara børnum, tí tað er ein so serstøk støða. Men minnist ljósmóðurin so eisini mammurnar?
Heidi svarar, at hon minnist neyvan allar. “Men summar føðingar minnist eg fyri tað góða, eitt nú um sambandið við mammuna undir føðingini hevur verið serliga gott. Aðrar føðingar minnist eg fyri tað minni góða, um t.d. ikki gekk sum ætlað.“

At linna um pínu
Ein uppgáva hjá ljósmóðurini er at linna um pínuna hjá barnakonuni á ymsan hátt. Heitt vatn, varmadunkar og at fara í baðikar bøtir um, og summar barnakonur kenna eisini betran við akupunktur. Harumframt ber til at nýta láturgass ella at sproyta sterilt vatn undir húðina har pínan er ringast. Hjálpir hetta ikki, er medisin av morfinslagi eisini ein møguleiki. 
Um alneyðugt verður eisini veitt epiduralblokada, sum er lokaldoyving niðarlaga í rygginum, soleiðis at mamman onki merkir yvirhøvur. Hetta kann tó hava við sær, at føðingin tekur longri tíð.

Endar ein føðing við akuttum keisaraskurði, fylgir Heidi við mammuni frá føðistovuni og yvir á skurðstovuna. Har fremur ein serlækni í kvinnusjúkum sjálva skurðviðgerðina og handar barnið til ljósmóðrina, sum so tekur hond um tað.
Aftaná keisaraskurð heldur ljósmóðurin eyga við mammuna í 2 tímar. Er alt sum tað eigur, vera tað starvsfólk á barsilsøkinum, sum hareftir taka sær av móður og barni, til tey fara heim.

Makin hevur stóran leiklut
Í dag er heilt vanligt at komandi pápin ella onkur annar, ið stendur mammuni nær, er við inni á føðistovuni, tá barnið er á veg. Heidi greiðir frá, at tað hevur stóran týdning fyri mammuna, at onkur av hennara nærmastu er hjá undir føðingini. Hon heldur tó, at pápar ofta kenna seg heldur hjálparleysar, tí teir ikki fáa bøtt tað stóra um støðuna.

Heidi hevur eisini upplivað, at onkur pápi hevur lagt seg niður á gólvið undir føðingini, - ikki tí hann gjørdist illa fyri, men tí hann knappliga metti tað vera alneyðugt at kanna, um gólvreingeringin var í lagi...;)

Heidi er í løtini saman við einari aðrari ljósmóður í ferð við at taka skeið, sum veitir teimum fakligan førleika at skanna barnakonur. Í seinastuni hava bert serlæknar í kvinnusjúkum framt skanningar av barnakonum á LS. Men ætlanin er eisini at fremja rutinu skanningar framyvir, sum Heidi og hin ljósmóðurin so kunnu átaka sær.
Skeiðið umfatar modulir á tilsamans 10 vikur umframt upplæring.

Spurd um, hví hon valdi at blíva ljósmóðir, svarar hon, at fakliga hevur tað altíð hugtikið hana at taka sær av barnakonum, hóast ábyrgdin er stór. “Tí ongin føðing er eins, og at taka ímóti einum barni er jú nakað heilt serstakt.”

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.