#ViteruLS

#ViteruLS

Gerandisdagurin hjá patologinum

Á niðastu hædd á Landssjúkrahúsinum heldur Maciej Kaminski til. Hann er yvirlækni innan patologi og fæst við at gera mikroskopiskar kanningar av vevnaði. Harafturat ger hann líkskoðanir.

Kaminski, sum hann verður róptur á LS, er ættaður úr Póllandi og hevur starvast sum lækni seinastu 30 árini í fleiri ymiskum londum. Seinastu 12 árini hevur hann verið í Føroyum, og dámar honum sera væl. Áðrenn tað hevur hann verið lækni í Onglandi, Týsklandi og Libya.

Hann tosar enskt, og skilur eitt sindur av føroyskum, men heldur ikki, at málið er nakar trupulleiki. Hann hevur ikki nógv beinleiðis samband við sjúklingar, men hevur ein týðandi leiklut handan leiktjaldið.

Gerandisdagurin gongur fyri seg á Rannsóknarstovuni, har hann ger kanningar av vevnaði o.ø. frá sjúklingum, fyri at staðfesta sjúku, so til ber at veita røttu viðgerð. Hann nýtir mikroskop at hyggja eftir vevnaðinum, og fær eisini flutt myndirnar yvir á skerm og gjørt tær størri.

Tað er týðiligt, at hann er royndur og brennur fyri starvinum, tá hann greiðir frá arbeiðsuppgávuni. Eitt stórt mikroskop stendur við telduna á skrivaraborðinum, og við síðuna av er eitt borð fylt við stakkum av fakbókum, sum eru væl skipaðar í ymisk fakøkir.

Tá fólk doyggja av ókendum ávum, ger hann líkskurð fyri at staðfesta deyðsorsøk, um tørvur er á tí og um tey avvarðandi ynskja tað. Líkskoðan gongur fyri seg í sektiónsstovuni, og verður framt saman við einum øðrum starvsfólki við serútbúgving innan økið. Kaminski greiðir frá, at hetta altíð skal ganga fyri seg við virðing fyri tí deyða.
Í ár hevur hann framt 15 líkskurðar, so tað er ikki ein uppgáva sum fyllur nógv í gerandisdegnum hjá honum á LS.

Á Mentanarnátt seinnu árini, tá LS veitir borgarum rundvísing, hevur Kaminski tikið ímóti í sektiónsstovuni og greitt frá síni arbeiðsuppgávu har.

Spurdur um, hvussu leingi hann fer at halda fram sum patologur á LS, smílist hann og sigur seg vóna, at onkur føroyskur lækni fer at lesa víðari innan patologi, sum við tíðini kundi yvirtikið hansara leiklut í føroyska heilsuverkinum, áðrenn hann sjálvur fer frá.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.