Sjúkrarøktarfrøðingur

Sjúkrarøktarfrøðingur

Samband

Nancy Rasmussen
Kliniskur útbúgvingarsamskipari
T-postur: nanra@ls.fo

Hvussu ofta tekur Landssjúkrahúsið ímóti sjúkrarøktarfrøðilesandi í starvsvenjing, og hvussu leingi er hvør starvsvenjing?

Hesi tíðarskeið eru sjúkrarøktarlesandi í starvsvening á LS, á ymsum deplum og deildum.

Í Eind 5 eru lesandi í starvsvenjing um grundleggjandi røkt í 8 vikur í sept./okt.

Í Eind 12 eru lesndi í starvsvenjing um sálarligar sjúkur í 8 vikur. Henda starvsvenjing er býtt upp í tvey hold. Holdini eru í feb./apríl og í april/juni.

Í Eind 13 eru lesandi í starvsvenjing um stutta møti við sjúklingin í 4 vikur í sept./okt.

Í Eind 14 eru lesani í starsvenjing um yrkisútinnan og leiðslu í 14 vikur í nov./des./jan.

Útbúgingin tekur 4 ár og tað eru 16 eindir tilsamans. Ein Eind fevnir um 10 vikur.

Fyrsta árið inniheldur eind 1; eind 2; eind 3; eind 4
Annað árið inniheldur eind 5; eind 6; eind 7; eind 8
Triðja árið inniheldur eind 9; eind 10; eind 11; eind 12
Fjórða árið inniheldur eind 13; eind 14; eind 15; eind 16

Hvussu nógv lesandi eru hvørja ferð?
Umleið 30 lesandi eru á Landssjúkrahúsinum hvørja ferð, og tey eru býtt út á deildir, sum hava millum 2 til 5 starvslesandi í senn.

Lønarviðurskifti
Lesandi fáa vanligan lestrarstuðul, meðan tey eru í starvsvenjing á LS. Lesandi fáa ikki løn fyri at vera í starvsvenjing.

Yvirskipað krøv
Tað eru ávís mál fyri hvørja eind, ið tann lesandi skal náa, og verður hetta gjørt í samstarvi millum deild og skúla. 

Samband
Kliniskur útbúgvingarsamskipari er Nancy Rasmussen. Um tú hevur fyrispurningar er tú vælkomin at skriva til nanra@ls.fo

Kliniskir vegleiðarar eru á øllum deildum.

Fjarlestur ella lesandi úr Norðurlondum
Landssjúkrahúsið tekur í móti lesandi frá útlondum, tá lesandi í Føroyum ikki eru í starvsvenjing. Fyrispurningar kunnu sendast til lestrarvegleiðaran á setrinum Johild Dulavík johildd@setur.fo 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.