|
Hvussu ofta tekur Landssjúkrahúsið ímótið sjúkrarøktarfrøðilesandi í starvsvenjing og hvussu leingi?
Hesi tíðarskeið eru sjúkrarøktarlesandi á LS, deilt út á ymsar deplar og deildir:
5 Eind eru lesandi í starvsvenjing um grundleggjandi røkt í (8 vikur í sept/okt)
12 Eind eru lesandi í starvsvenjing við sálarligar sjúkur (5 vikur (mai/juni)
13 Eind eru lesandi í starvsvenjing við sjúkling í stutta møtinum ( 4 vikur sept/okt)
14 Eind eru lesandi í starvsvenjing við yrkisútinnan og leiðslu ( 14 vikur í nov/des/jan)
Hvussu nógv lesandi eru hvørja ferð?
Tað er ymiskt frá deild til deild, men millum 2 og 5.
Lønarviðurskiftið
Sum lesandi fær ein ikki løn í praktiktíðini.
Yvirskipað krøv
Tað eru mál fyri hvørja eind, ið tann lesandi skal náa, og verður hetta gjørt í samstarvi millum deild og skúla.
Samband
Kliniskur útbúgvingarsamskipari er Gunnvá Guttesen. Um tú hevur fyrispurningar er tú vælkomin at skriva til gunnva.guttesen@ls.fo
Kliniskir vegleiðarar eru á øllum deildum.
Fjarlestur ella lesandi úr Norðurlondum
Landssjúkrahúsið tekur í móti lesandi frá útlodum, tá lesandi í Føroyum iiki eru í starvsvenjing.
Fyrispurningar kunnu sendast til lestrarvegleiðaran á setrinum Johild Dulavík johildd@setur.fo