#ViteruLS

#ViteruLS

Linda og Lucia

Fjølbroyttar uppgávur á Fyrisitingini

Linda og Lucia arbeiða báðar á fyrisitingini á Landssjúkrahúsinum. Fyrisitingin er staðsett á Eirargarði, ella “omanfyri vegin”, sum tey flestu siga innanhýsis á LS.

Linda starvast á fíggjardeildini
Linda, sum upprunaliga er av Fílabeinsstrondini, starvast á fíggjardeildini saman við 7 øðrum starvsfólkum. Hon er útbúgving innan skrivistovuyrki og er nú í fer við akademiútbúgving á Handilsskúlanum. 
Hon hevur verið á fíggjardeildini í hálvtannað ár.

Nógv er um at vera á einum so stórum arbeiðsplássi sum Landssjúkrahúsinum, og høvuðsuppgávurnar hjá henni eru at taka sær av tollavgreiðslu, at avstemma og avgreiða rokningar.
Avbjóðingarnar eru ymiskar í gerandisdegnum, tí á kontórinum har hon situr, skiftast tey um ymsu uppgávurnar, eins og øll starvsfólkini skulu hava førleikar at nýta tær KT skipanirnar, sum eru neyðugar fyri at kunna fremja ymsu arbeiðsuppgávurnar. Linda greiðir frá, at starvið ber brá av at vera á einum stórum arbeiðsplássi, tí hon hevur nógv samskifti við onnur, bæði innanhýsis og við uttanhýsis veitarar. Hetta dámar henni væl.

Linda flutti við foreldrum sínum til Føroya sum 17 ára gomul. Hennara móðurmál er franskt, men hon tosar sera væl føroyskt og heldur ikki at málið er nakrar trupulleiki yvirhøvur.

Linda og Lucia kendu til hvørja aðra ígjøgnum felags vinfólk, innan tær gjørdust starvsfelagar á Landssjúkrahúsinum.

Lucia starvast á lønardeildini
Lucia byrjaði á lønardeildini fyri áleið hálvum ári síðani. Hon er úr Slovakia, haðani hon er útbúgvin Master in Finance. Lønardeildin avgreiðir lønir til tey uml. 1000 starvsfólkini, sum eru á lønarlistanum hjá Landssjúkrahúsinum, og sum umboða uml. 30 ymsar starvsbólkar.
Á deildini eru tí nógvar ymiskir fakbólkar og sáttmálar at fyrihalda seg til.

Gerandis uppgávurnar hjá Luciu umfata skráseting og at fremja broytingar innan lønarviðurskifti hjá starvsfólki, at avgreiða lønir og veita hagtøl fyri ymsar lønarbólkar.

Hon heldur, at hennara útbúgving kemur væl í spæl í gerandisdegnum, og sigur at hon gleðir seg at koma til arbeiðis hvønn dag.

Lucia hevur brúkt nógva orku uppá at læra seg føroyskt tey 6 árini, ið hon hevur verið her. Hon greiðir frá, at tó hon hevur verið á skeið í føroyskum og lært torføru mállæruna, so heldur hon seg læra mest av, at starvsfelagar eru røsk at tosa føroyskt við hana heldur enn enskt og at hava tol við henni, tá hon av og á má leita eftir røttu orðunum.

Báðar siga tær seg trívast væl í fyrisitingini, ikki einans tí uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar, men eisini tí at sosiala umhvørvið er gott. Tað sosiala ein fær ágóðan av á einum arbeiðsplássi hevur eisini stóran týdning fyri trivnaðin, eru tær báðar einigar um. 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.