Sundhed og ernæring

Sundhed og ernæring

Proffesionsbachelor í "sundhed og ernæring"
Útbúgvingin til professionsbachelor í "sundhed og ernæring" er ein nýggj 3½ ára víðari útbúgving, sum vendir sær til tín, sum ynskir eina fjølbroytta útbúgving innan føðslu, matvørur, nýtslu og tænastu til heilsu- og umhvørvisframa. Og sum hevur áhuga í at røkja samskiftis- frálæru- og leiðsluuppgávur.

Hvat ger ein professiónsbachelor í "sundhed og ernæring"?
Í framtíðini fert tú við útbúgvingini sum professiónsbachelor i "sundhed og ernæring" í felagskøkinum á Landssjúkrahúsinum at verða førur fyri at arbeiða innan niðanfyri vístu høvuðsevni: Matur, Heilsa, Bygnaður, Umvørvi, Leiðsla, Búskapur, Menniskjur, Stýring, Góðska, Formidling

Hvussu nemur ein sær útbúgving?
Í Keypmannahavn er tilboðið á Professionshøjskolen Metropol.

Útbúgvingin til professiónsbachelor í føðslu og heilsu  er ein 3½-ára viðariútbúgving við sjey sergreinum: Human føðsla,  Klinisk Dietetik, Cateringleiðsla, Tænastuleiðsla, Heilsusamskifti, Framleiðslumenning og Føðsla og  Kroppsligur Aktivitetur.

Útbúgvingin hevur ein grundpart uppá 1 1/2 ár og ein serpart uppá 2 ár. Tú skal í minsta hava 20 vikur í praktikk í lærtutíðini. Frálæran er býtt upp í lið- og bólkafrálæru, og í hesi tíð arbeiðir tú projektætlað bæði í bólkum og sum einstaklingar. Frálæran er skipað í modulir.


Atgongukrøv til útbúgvingina
• Studentsprógv, HF, HH ella HTX við kemi á c-støði 
ella:
• Relevant vinnuútbúgving, sum gevur grundarlag fyri at gjøgnumføra útbúgvingina við í minsta lagi 3 HF-einkultfak: Enskt og kemi på C-støði og matematik, samfelagslærugrein eller biologi på C-støði.


Kann ein gjøgnumføra tann praktiska partin av útbúgvingini á Landssjúkrahúsinum?
Ja, Køkurin á Landssjúkrahúsinum bjóðar praktikkpláss, tá valda sergreinin er:


• Cateringleiðsla
• Tænastuleiðsla
• Produktmenning
• Heilsusamskifti


Okkara visión er, at Køkurin á Landssjúkrahúsinum skal vera tann leiðandi sjúkrahúskøkurin í Føroyum. Hendan visión arbeiðir miðvíst við at arbeiða við góðskutrygging út frá frymlinum hjá Sundhedsstyrelsen um góðskumenning.
Praktikkin er ólønt – lesandi kunnu fáa SU í allari lærutíðini.

 

Yrkisleið
Sum professiónsbachelor í "sundhed og ernæring" hevur tú møguleika til at fáa starv alla staðni kring heimin.

 

Samband
Gudna á Rógvi Joensen, leiðandi økonoma
Tel. 304500  lokal 1260
T-postur: lsgudro@ls.fo


Um tú vilt vita meira:
Professionhøjskolen Metropol ella við at senda T-post til lsgudro@ls.fo

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.