Andlát og jarðarferð

Lat aftur

Andlát og jarðarferð

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Samband

Kapellið
Tel. 304580

Mánadag-fríggjadag
ímillum kl. 8.00 og 16.00

Vikuskifti
Vakthavandi sjúkrarøktarfrøðing
lokal 5888

Vegleiðing í samband við andlát á sjúkrahúsinum

Eftir andlátið
Eftir andlátið skulu avvarðandi seta seg í samband við Kapellið á tlf. 304580,  ímillum kl 8 og 16 yrkadagar, og vakthavandi sjúkrarøktarfrøðing í viðkuskiftum/halgidagar á tlf 304500 lokal 5888.
Ynskja avvarðandi at síggja tann deyða, meðan líkið stendur undir børu, skulu tey seta seg í samband við viðkomandi deild og avtala tíð.
Avvarðandi skulu taka støðu til, um nakar skal síggja tann deyða í kistuni, og nær kistulokið skal leggjast á. Avvarðandi mugu sjálvi bíleggja kistu.

Kistuveitarar eru:
Hans Jakobsen tlf. 311690/218690
Harald S. Hammer tlf. 513070/513031
Herman Eysturoy tlf. 311723/511723
Lív Clementsen tlf. 353637/299000
Sandavágs Timburhandil tlf. 332700

Bønarhald
Ynskja tit bønarhald á Landssjúkrahúsinum, vendið tykkum til Kapellið tlf. 304580 yrkadagar millum kl. 8 og 16 og til vakthavandi sjúkrarøktarfrøðing í vikuskiftum/halgidagar lokal 5888.
Avvarðandi skulu sjálvi tosa við prest ella prædikufólkið, sum skal hava bønarhaldið.

Áðrenn lýst verður í útvarpi og bløðum, er tað umráðandi at avtala er gjørd við
- Landssjúkrahúsið um bønarhald í kapellinum
- Prest um kirkju ella meinigheitshús
- Gravara
- Líkbil
Umráðandi er, at bilurin er klárur, tá bønarhaldið er liðugt.
Brúk er fyri 6 berarum til kistuna.

Urguspælari
Tá sungið verður úr sálmabókini, hevur Landssjúkrahúsið møguleika at útvega urguspælara.
Um sungið verður úr øðrum songbókum, er vanligt at avvarðandi meinigheit sjálv útvegar urguspælara.
Í kapellinum eru Sálmabókin og Songbók Guds Fólks.

Blómuprýði
Um kistan skal prýðast við blómum, kann børuprýði bíleggjast frá einum av blómuhandlunum. Tey syrgja fyri at blómurnar koma í kapellið.

Fráboðan
Landssjúkrahúsið boðar myndugleikum og Skiftirættinum frá andlátinum. 

Sí ofta settir spurningar her.
Tak niður faldaran Andlát á Landssjúkrahúsinum

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.