International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Viðgerð í Íslandi

Viðgerð í Íslandi

Adressa

Park Inn Hotel- Sjúklingahotel
Við Ármúla 9
Reykjavík

Føroyskur Sjúklingavegleiðari

Majbritt Vestergaard
T-postur: maibritt@landspítali.is
Tel. 824-5495

Landspítali í Íslandi
Landssjúkrahúsið hevur avtalu við Landspítali í Íslandi um ávís sløg av viðgerðum sum ikki fáast í Føroyum.
Á Landspítalinum í Íslandi starvast sjúklingavegleiðarar, ið eru bindilið millum sjúklingin, og Landspítalið í Reykjavík og Sjúklingahotellið.
Sjúklingavegleiðararnir hjálpa og vegleiða sjúklingum og fylgjarum teirra. 
Sjúkrahúsið í Reykjavík liggur miðskeiðis í býðnum, og tí er stutt til allar tænastur og hentleikar.
Landspítali er eitt universitetssjúkrahús við høgum yrkisligum førleikum, og veitir sjúklingum góða tænastu á høgum støði. 

Í sjúkuviðgerð á Landspítalinum
Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum vegleiðir og samskipar ferðina til Íslands.
Sjúklingar búgva vanliga á ávikavist sjúklingahotellinum Park Inn Hotel við Ármúla 9.  

Frá Landssjúkrahúsinum til Vágar
Uttanlandstænanstan skipar fyri busssambandi til og úr Vágunum.

Fylgjara við til sjúkuviðgerð
Sjúklingurin ferðast vanliga einsamallur til viðgerðarstaðið.
Um mett verður, at støðan hjá sjúklinginum av heilsuávum viðførur, at hesin ikki kann ferðast einsamallur, verður heilsustarvsfólk send við sjúklinginum sum fylgjara til viðgerðarstaðið.
Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, kann ein persónur- vanliga avvarðandi- verða ávístur at fara við sjúklinginum sum fylgjara.

Sjálvboðin fylgjari
Sjúklingar kunnu tó altíð taka fylgjara við, og sjálvi bera kostnaðin. Í slíkum føri ber til at bóka ferðaseðil saman við sjúklinginum hjá Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum.

Park Inn Hotel - Sjúklingahotel
Við Ármúla 9 í Reykjavík er sjúklingahotel, ið er ætla føroyskum sjúklingum, sum skulu til serviðgerð í Íslandi. Hotellið liggur nærhendis Landspítalinum við Hringbraut og miðbýin. Tað tekur uml. 20-30 min. at ganga hagar frá hotellinum. 
Bussar koyra nærhendis sjúklingahotellið til Landspítalið við Hringbraut og Fossvogi. 
Á sjúklingahotellinum starvast nakrir sjúkrarøktarfrøðingar, sum taka sær av sjúkrarøktini, t.d. sárrøkt, hjálpa til við heilivági og við brúsubaði.

Føroysk sjúklingavegleiðing
Á Landspítalinum í Íslandi starvast sjúklingavegleiðarar, ið eru bindilið millum sjúklingin, og Landspítalið í Reykjavík, og Sjúklingahotellið. Sjúklingavegleiðararnir hjálpa og vegleiða sjúklingum og fylgjarum teirra.  
Sjúklingavegleiðing fæst við at venda sær til:  islandstjeneste@lsh.is fartel. 00354 824-5495  
Kunning um kanningar og viðgerðir á Landspítalinum í Íslandi er her

Tak niður faldara um sjúklingaviðgerð í Íslandi her

Sí hentar adressur í Føroyum, Danmark og Íslandi her 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.