Barnakonur, korona og sóttarhald

Føðideildin og ljósmøðratænastan virka sum vant

Meðan koronasmittan gjørdi um seg vóru ymsar avmarkingar og broytingar gjørdar á bæði føðideildini og í ljósmøðratænastuni. 

Frá 18. mai eru hesar avmarkingar settar úr gildi og vit kunnu siga, at vanligur gerandisdagur nú er aftur fyri barnakonurnar á føðideildini og í ljósmøðratænastuni. 

Tað merkir eitt nú, at

- makin aftur er vælkomn við til allar ambulantar kanningarnar, so sum ljósmóðirviðtala og UL-kanning.
- mamman kann velja um hon vil verða innløgd á føðideildini, eftir føðing ella um hon ynskir at eiga ambulant
- latið er upp fyri vitjandi á deildini
- føðifyrireiking verður aftur, umframt at hon finst á netinum
- rundvísing verður á deildini

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.