International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital
This page is not available in English

Krabbameinssjúkur

Lat aftur

Krabbameinssjúkur

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Deildarupplýsingar

Bygningur G, hædd 3
J. C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
Tel. 304500

Upplatingartíðir

Kl. 08.00 - 16.00

Telefontíðir
Kl. 10.30 - 12.30
Elisabeth B. Larsen, læknaskrivari
lselila@ls.fo

Leiðandi starvsfólk

Bjarni á Steig, leiðandi yvirlækni

Krabbameinsambulatoriið móttekur krabbameinssjúklingar í dagviðgerð og er partur av Medisinska deplinum  

Á deildina koma sjúklingar, sum hava fingið staðfest ymsar krabbameinsjúkur.

Deildin hevur tvær eindir:
Viðtalueind og Viðgerðareind

Viðtalueindin
Á Viðtalueindini kemur tú til samrøðu við lækna og sjúkrrøktarfrøðing.
Serlæknar, sum eru knýttir at deildini, eru onkologar úr Lund í Svøríki. Teir hava viðtalur 14. hvønn dag í ólíka viku.
Mánadag, týsdag og mikudag.

Aðrar dagar eru viðtalur við medisinskar læknar.
Tú kanst tíverri ikki vænta at hitta sama lækna til allar viðtalurnar.

Viðgerðareindin
Á Viðgerðareindini verða ymiskar medisinskar viðgerðir í sambandi við krabbameinssjúku givnar, so sum kemoterapi, blóð og annað.
Á deildini arbeiða seks sjúkrarøktarfrøðingar við drúgvum royndum í onkologi, sum skiftast um at arbeiða á viðtalueindini og viðgerðareindini.
Deildin strembar eftir, at sjúklingarnir mest møguliga hava samband við somu sjúkrarøktarfrøðingarnar.

Tú eru vælkomin at ringja til deildina við spurningum.
Eru tað týdningarmikil viðurskifti, sum hava við tína krabbameinssjúku ella viðgerð at gera, ber til í dagtímunum at verða umstillað/ur til deildina, eisini uttan fyri telefontíðina, við at siga við umstillingina, at tað er týdningarmikið.

Ert tú í viðgerð við kemo og verður akutt ávirkað/ur, tá ið dagdeildin er stongd, skalt tú ringja á Landssjúkrahúsið á telefon 304500 ella møta á skaðastovuni og siga, at tú eru í kemoterapiviðgerð og biðja um at tosa við vakthavandi lækna á medisinsku deild.

Viðurskifti, sum eru týdningarmikil at boða frá, um tygum eru í kemoviðgerð:  

  • Ússalig/ur, fepur yvir 38.5 ella skjálvti.
  • Bløðing
  • Trongd
  • Ring pína
  • Høvuðpína, ørilsi ella sjónarórógv
  • Áhaldandi diaré
  • Áhaldandi spýggja

Tá ið tú møtir á G3, verður tú biðin um at boða frá við diskin, áðrenn tú fert víðari.
Mælt verður til, at tú hevur ein avvarðandi við, tá ið tú kemur til samrøðu ella viðgerð. Serliga til ta fyrstu samrøðuna, tí ofta verða so nógvir upplýsingar givnir, at ógvuliga nógv er at minnast.

Bíðitíð
Miðað verður ímóti at sleppa undan bíðitíð. Tað eydnast ikki altíð og kann verða grundað á óvæntaðar umstøður ella, at onkur bráðfeingis sjúklingur er komin á deildina.

Fartelefon og telda
Loyvt er at brúka fartelefonir og farteldir á deildini, og atgongd fæst til internetið á Landssjúkrahúsinum ókeypis við at logga á gestanetið hjá LS. Ongin kota krevst. 

Parkering
Í garðinum framman fyri sjúkrahúsið er loyvt at parkera bilin í 2 tímar. Í leiðbeiningini í forhøllini ber til at fáa fráboðanarskelti, sum loyvir longri parkering, t.d. um tygum skulu hava viðgerð, sum tekur longur enn 2 tímar.

Tak niður faldara her um Onkologisku dagdeildina.  

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.