Patologi

Patologisk deild er partur av rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum.

Deildin ger vevnaðar- og kyknukanningar fyri at kanna um broytingar eru í.


Starvsfólk
Patologur, læknaskrivari og bioanalytikari.
Tel 304500, lokal 5604, patologi@ls.fo


Arbeiðstíðir
Mánadag - hósdag:  kl. 08:00 - 16:00
Fríggjadag:               kl. 08:00 - 15:00
Vikuskifti:                  Stongt 

 

Kanningartilfar
- vevnaður (histologi)
- tað, sum verður tikið burtur við operatión á sjúkrahúsi og hjá lækna (ambulant)
- kyknur (cytologi)
- alt flótandi tilfar ella útstrok t.d. blóð og væta
- tilfar frá undirlívskanningum (vaginal-cytologi)


Svar
Tað er ymiskt, hvussu long svartíðin er á teim ymisku kanningunum. Er talan um bráð-skurðviðgerð, har læknin bíðar eftir svari, tekur hetta umleið ½-1 tíma (mikroskopi). Kanningartilfarið verður eisini sent til Ríkissjúkrahúsið til víðari kanningar (sum ikki kunnu gerast á Landssjúkrahúsinum), og roknast við eini svartíð uppá uml. 5 gerandisdagar.

Allar kanningar, sum verða gjørdar á patologisku deild, ella sendar til Ríkissjúkrahúsið, verða skrásettar. Svar frá Ríkisskjúkrahúsinum verða send við tryggum telduposti til patologisku deild, og send ávísandi lækna við faxi, telduposti ella posti.

Avrit av øllum patologisvarum verða goymd á Landssjúkrahúsium.

Patologisk deild gevur ikki svar út til sjúklingar ella avvarandi teirra.

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.