Avvarðandi umboð

Avvarðandi umboð

Avvarðandi umboð

Maria Andreassen Hentze
Sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri avvarðandi
e-mail: marhe@ls.fo
Mobilnr.: +298 234561
tlf 304599 - 4422
Eiragarður 19

Telefontíðir

Týsdag, mikudag og hósdag kl 11.00 til 16.00

Trýst á her fyri at finna faldaran

"Ongin kann áhaldandi hava umsorgan fyri øðrum, uttan eisini at hava umsorgan fyri sær sjálvum"

Tað minkar um afturstig, tá avvarðandi eru við

At verða avvarðandi sjálv, hevur givið mær nakrar royndir, sum geva mær eina djúpari fatan av støðuni hjá avvarðandi. Mín fakligi kunnleiki sum sjúkrarøktarfrøðingur og mínar royndir innan arbeiði við fólki við sálarligum sjúkum ella viðbrekni, eru við til at gera, at eg kann rúma og veita avvarðandi umsorgan, hjálp og kunning á ein heilt serligan hátt.

Tað kann tíðum vera strævið at vera avvarðandi. Tí er neyðugt, at hin avvarðandi lærir seg at hava umsorgan fyri sær sjálvum, so at hann betur megnar at stuðla honum ella henni, hann varðar av. Tað er prinsippið við iltamskuni, sum er í flogfarinum: Latið tykkum í egnu masku, áðrenn tygum hjálpa øðrum". Tá kann hin avvarðandi vera ein ressursa.

Avvarðandi at fólki við sálarsjúku hava tørv á

  • At verða sædd, hoyrd og rúmað
  • At fáa betri innlit í, hvat sálarsjúka ger við tann sjúka
  • At fáa betri innlit í, hvussu sálarsjúka ávirkar tey avvarðandi
  • At hava tað gott, hóast umstøðurnar
  • At tosa við ein, sum sjálv kennir til at verða avvarðandi hjá einum við sálarsjúku

Umboð fyri avvarðandi

  • Kann tosa við avvarðandi um tað, sum liggur teimum á hjartað
  • Er bindilið millum avvarðandi og starvsfólk
  • Kann hjálpa, tá avvarðandi skal til truplar samrøður um tann sjúka

Endamálið við umboðnum fyri avvarðandi er

  • At skapa forstáilsi og opinleika um tann sálarsjúka
  • At verða við til at minka um skuldarkenslur, sum er ein tungur fylgisveinur í hesum trupulleika
  • At upplýsa og geva sína servitan víðari 

Hentar heimasíður

www. psykiatrifonden.dk

www.bedrepsykiatri.dk

www.depressionsforeningen.dk

www.sind.dk

www.psykisksaarbar.dk

www.netdoktor.dk

 

 

 

 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.