Dygdarmenning

Dygdarmenning

Á psykiatriska deplinum leggja vit dent á áhaldandi at menna okkum, soleiðis at vit kunnu veita best møguligu trygd og dygd í samband við við røkt og viðgerð. 

Tað gera vit millum annað við gransking og bertranararbeiðið

Les meira um gransking á landssjúkrahúsinum her

Á Psykiatriska deplinum er Sanne Storm, PhD.  sett sum granskari. Les meria um Sanne og hennara gransking her

Á psykiatriska deplinum arbeiða vit eftir betranarháttalagnum "Quality Improvement", sum er háttalagið, sum var brúkt í samband við verkætlanina "Sikker Psykiatri" sum Psykiatriski depilin var partur av í tíðarskeiðnum  2014 -2018. Fyri nærri kunning um háttalagið, sum hevur víst seg at verða eitt sera virkið og dygdargott amboð í samband við dygdarnenning innan heilsuverkið, sí her

Betranararbeiðið á Sjúkrahúsverk Føroya.

Til tess at fáa flutt Heilsuverkið til ein ‘lærandi’ stovn, sum arbeiðir skipað við fasthaldni av dygd við støðugum betringum á skipanan hátt, hevur LS gjørt avtalu við Dansk Selskab for Patientsikkerhed, sum hevur drúgvar og góðar royndir við at útbúgva sokallaðara ‘forandringsagentar’. Hesir eru eisini mentanarberar og við hesi eyka útbúgving læra teir. at
· Seta systematisk mál
· Nýta nýggjar hættir til at royna nýggjar arbeiðsgongdir 
· Máta betringar systematiskt og regluliga
· Leiða betranarbeiði
· Skunda undir verksetingartilgongdir
Duga at brúka hættir, til at breiða út betringar og fasthalda úrslit

Átak millum Sjúkrahúsverk Føroya og Dansk Selskab for Patientsikkerhed árið 2019.

 Í hesum átaki eru øll trý sjúkrahúsini í Sjúkrahúsvek Føroya og allir klinisku deplarnir umboðaðir.Tað vil siga, at betranartoymir eru skipað við starvsfólkum frá Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahúsið. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir betranarátøkini, sum fokus verður sett á í 2019.

Samstarvið við Dansk Selskab for Patinentsikkerhed (PS!) er fingið í lag fyri at betra um dygdina fyri sjúklingin og avvarðandi og at starvsfólkini í betranartoymunum og leiðarnir, læra at arbeiða við einum ávísum háttalag í sambandi við betranararbeiði. Sjá heimasíðuna hjá PS! her

Eitt av endamálunum er eisini, at læringinin, ið fer fram í betranararbeiðnum, bæði fer fram lokalt, tvørtur um deplar, deildir og sjúkrahús.

Arbeiðshátturin er Quality Impovement. 
Dygdaráðið fyri sjúkrahúsverkið stingur út í kortið menning innan trygd og dygd.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.