Corona.fo

Cosmic 8.1

Kunning um undirvísing og e-learning

Sambært tíðarætlanini uppgradera vit Cosmic síðst í mai 2021. Í løtuni arbeiðir THS við at innstallera og seta upp Cosmic 8.1. 

 

Undirvísing

Undirvísing hevur verið fyri viðtalustarvsfólkum í kommunulæknaviðtalunum og fyri superbrúkarum á øllum trimum sjúkrahúsunum í viku 15 og 16.   

Undirvísing fyri brúkarum, ið ordinera og administrera heilivág verður eftir ætlan í viku 20. Innbjóðing er send til depilsleiðslurnar á Landssjúkrahúsinum, leiðslurnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi og til Heilsutrygd, ið tryggjar at kunningin kemur út til allar kommunulæknaviðtalur.

 

E-learning

Allir Cosmic-brúkarar fara at fáa atgongd til e-learning. E-learning heimasíðan hevur filmsbrot, ið vísa hvussu Cosmic 8.1 skal nýtast. Vit kunna nærri um hetta, tá ið e-learning er klárt at taka í nýtslu. 

 

THS - apríl 2021 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.