International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Gransking

Gransking

Research

Landssjúkrahúsið er granskingarstovnur, og eru fleiri verkætlanir í gongd innan ymisk heilsufaklig øki.

Sí á vinstra bredda hvørji starvsfólk á Landssjúkrahúsinum annaðhvørt eru í ferð við verkætlan, ella eru liðug.

Tú finnur somuleiðis yvirlit yvir núverandi verkætlanir, og tíðindastubbar við leinkjum til nýggjastu publikatiónirnar, har granskarar á Landssjúkrahúsinum hava leiklut.

Granskingarnevndin

Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum hevur hesar limir:

Kasper Kyhl, formaður, lækni í introduktiónsstarvi, PhD
Medisinski depilin

Johan Jansson, varastjóri
Fyrisitingin

Sólrun Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur
Bráðdepilin

Nina Djurhuus, bioanalytikari
Diagnostiski depilin

Elin Holm, yvirlækni
Skurðdepilin

Sanne Storm, musikterapeut, PhD
Psykiatriski depilin

og
Gunnhild Helmsdal, lækni og PhD lesandi
Medisinski depilin

Granskingardagur
Granskarar á Landssjúkrahúsinum skipa fyri einum granskingardegi á hvørjum ári, við áhugaverdum framløguhaldarum, postarum við í gongd verandi verkætlanum v.m.  
Sí myndir frá Granskingardegi her.

Lesandi
Landssjúkrahúsið vil fegin samstarva við lesandi á bachelorstigi, masterstigi og phd-stigi um uppgávur/ritgerðir/evnir, ið eru viðkomandi fyri Landssjúkrahúsið og tann lesandi. Her kann verða talan um fakøkir so sum læknafrøði, sjúkrarøktarfrøði, lívfrøði, biomedicin, búskaparfrøði, KT-frøði, løgfrøði, HRM, samskifti, organisatiónspsykologi, sociologi, organisatión, logistikk o.s.fr.

Landssjúkrahúsið hevur í onkrum førum uppskot til áhugaverd evnir og viðgerð annars fegin uppskot til evnir. Um partarnir eru samdir um samstarv verður formlig samstarvsavtala inngingin við nærri treytum. Møguligt er fáa arbeiðspláss/vistarhald í Granskingar- og Menningarlonini.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.