Høvuðsendamálið við Kostverkætlanini á B6 er at kanna, um øðrvísi matur við meira orku og protein í, kann fyribyrgja føðslutroti. Maturin er nú broyttur og nýggjar kanningae av sjúklingum eru í gongd, men áðrenn maturin varð broyttur, vóru ymiskar kanningar gjørdar, eitt nú fyrr umrødda nøgdsemiskanningin. Harumframt hava vit gjørt kanningar av, hvussu nógv av matinum, sum køkurin ger, fer til spillis. Úrslitini frá hesi "matspill-kanning" verða víst fram á postara á Granskingardegnum og harumframt við framløgu kl. 12:50 í høli 2. Tað er Poula Patursson sum heldur framløgu við heitinum “Hospital food waste and portion sizes”. Postarin sæst her í størri format. Framløgan frá granskingardegnum sæst her.
/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari