At Kostverkætlanin á B6 hevur almennan áhuga, eru tølini fyri vitjandi á síðuni seinastu dagarnar eitt prógv um. Áðrenn henda vika byrjaði, var hægsta talið nakrantíð 30 vitjandi um dagin, meðan heili 80 fólk vóru inni á síðuni og hugdu mánadagin.
Tað, at ljós verður varpað á mat til sjúklingar, kunnu vit í verkætlanarbólkinum bara gleðast um. Tað er ein vanlig misskiljing, at sjúk fólk við ringum matarlysti skulu halda seg til "sunnan" mat við nógvari frukt og grønmeti og grovum breyði. Tá matarlysturin er ringur, skal man heldur velja mat sum ost, mjólk, kjøt, fisk og sós, tí so tryggjar tú kroppinum tað neyðugu orkuna og proteinið. Hetta kann vera ein avbjóðing at venja seg við hjá bæði sjúklingum og avvarðandi.
Poula Patursson, verkætlanarsamskipari