International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Sjúkrahússtjóri: Maturin eitt tað týdningarmesta

30. JULI 2014

Sum liður í Kostverkætlanini er bæði maturin og mannagongdirnar á B6 broyttar. Hetta er fyrsta kanning av sínum slag í Føroyum, men nógvar verkætlanir av sama slag eru í gongd í øðrum londum. Eitt nú hevur Gentofte Hospital valt at leggja serligan dent á millummálar, har tey bjóða sjúklingum lítlar portiónir av frískum, litríkum mati við eyka protein í - júst sum vit gera á B6.

 

Broytingarnar á Gentofte eru komnar í lag eftir áheitan frá sjálvum sjúkrahússtjóranum. Stjórin Eva Zeuthen Bentsen bað sjálv um at eta sjúklingamat í tvær vikur, har hon fann út av, at maturin ikki var nóg góður, og at ov nógvur matur fór til spillis. Stjórin metir, at maturin og føðslustøðan er eitt tað týdningarmesta yvirhøvur hjá sjúklingum, og hon leggur dent á, at "tað at eta" er ein sansa-uppliving, eisini hjá illa sjúkum, og hon ásannar, at hetta tíverri ofta verður gloymt, tá fíggjarligar raðfestingar skulu gerast. Føðslustøðan hjá sjúklingum hevur nógv at siga fyri útlitini at gerast frískur.

 

Umframt at broyta sjálvan matin, hava tey á Gentofte nú sett fleiri køksstarvsfólk til at servera matin á deildunum og hava harumframt fingið sær ein millummála-vogn fullan av frískum kveikjandi rættum, sum tey koyra runt til sjúklingarnar við. Hetta hevur fleiri aðra staðni víst seg at fáa sjúklingar at eta meira, eisini teir, ið eru illa fyri og ikki hava matarlyst. Sjúklingar við ringum matarlysti skulu eggjast til at eta, við lítlum innbjóðandi rættum upp til 8 ferðir dagliga.
Í Kostverkætlanini hava vit arbeitt við at fáa matin at síggja innbjóðandi út og hava sett tvær eyka máltíðir inn um dagin (morgun og kvøld). So vit meta, at Kostverkætlanin á B6 er eitt stig á rættari leið, og vónandi verður føðsluøkið eisini framyvir uppraðfest.

 

Endamálið hjá Gentofte Hospital líkist okkara: at minka um matoyðsl, betra matgóðskuna og at arbeiða fyribyrgjandi móti føðslutroti. Les meira um matin á Gentofte her.

 

/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.