International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
Careers
Persuing a career in a Scandinavian Hospital

Yvir 50 fólk til Opið (Sjúkra)hús um føðslutrot

12. NOVEMBER 2014

Yvir 50 fólk komu til opið hús um føðslutrot hóskvøldið 6.november, hóast veðrið var sera ófantaligt. Vit eru sera glað fyri, at so nógv fólk komu at lurta. 

 

Vit fingu høvi at varpa ljós á, at við at fyribyrgja og steðga føðslutroti kunnu vit spara samfelagnum nógvar pengar. Hetta er ikki ein eyka íløga ella útreiðsla - men ein sparing fyri samfelagið. Áleið 40% av sjúklingum og 60% av eldri fólki á ellisheimum hava føðslutrot, so tað er ein stórur partur av fólkinum, ið er rakt av hesum.

 

Vit fingu høvi at vísa politikarum á, at føðslutrot er ein kostnaðarmikil trupulleiki, tí bæði Karsten Hansen og Annika Olsen vóru við og søgdu hetta vera eitt nýtt og áhugavert øki, sum tey fara at hava við í arbeiðnum framyvir. Eisini vóru 3 borgarstjórar, Heðin Mortensen, Rósa Samuelsen og Meiken S. Michaelsen, sum øll vóru samd um, at hetta eiga kommunurnar at gera nakað við, nú eldraøkið verður lagt út til kommunurnar.

 

Í EU verður mett, at føðslutrot kostar londunum tilsamans 1250 mia krónur árliga (Ljungqvist, Nutr Hosp 200;24(3):368-370). Samlaðu meirútreiðslurnar fyri føðslutrot eru mettar at kosta umleið 2% av samlaðu heilsuútreiðslunum, vísur ein nýggj kanning úr Hollandi (Freijer, Clin Nutr 2013;32:136-41). Samanborið við Føroyar, sum hevur heilsuútreiðslur á leið 935 mió kr árliga, svarar hetta til 18,7 mió kr í eykaútreiðslum árliga. Ein nýggj rapport frá danska Kost og Føðslufelagnum metir, at ein sjúklingur við føðslutroti kostar 30% meira í heilsuútreiðslum, orsakað av at hann er meira sjúkur, oftari innlagdur og meira røktarkrevjandi (Underernæring. Det skjulte samfundsproblem, 2014).

 

Niðurstøðan hjá okkum má vera, at tiltakið var væleydnað.

 

/Poula Patursson, verkætlanarsamskipari

 

Myndir

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.